Bólkurin Týr hevur strevast fyri at náa út um landoddarnar. Væl gekk í Íslandi, har bólkurin byrjaði føroyska bylgju, sum ikki heilt hevur lagt seg enn. Ein bylgja, sum fleiri føroyskir bólkar síðan hava riðið á. Men Týr strevast framvegis og tað gongur væl, frættist í tíðindaskrivi frá umboðskvinnuni hjá Týr.
Føstulávintskonsert í VB-húsinum
Týr spælir fastalávintskonsert í VB-húsinum 21. februar, fyriskipað av Vágs Bóltfelag. Týr spældi seinast í VB-húsinum í novembur 2003 og hetta var tann konsertin, har áhoyrararnir best kendu tónleikin og øll sungu við. Gott er at spæla í Føroyum og eru Føroyar góður grundvøllur til at fara út í heimin.
Arbeiðið hjá Týr at koma út í heim gongur støðugt framá og Týr spælir í Tysklandi í juli og í Russlandi í september á festivalinum Karelian Faces í Petrozavodsk, Skandinavisku festivalinum í Moskva og eisini skipar bookingfelagið Bomba Piter fyri konsertum í St. Pætursborg. Umboðið hjá Týr, Sigrid J. Dalsgaard, hevur fingið heiðurin at finna 2 aðrar norðurlenskar bólkar til tiltøkini í Russlandi, tíverri fyri føroyskar tónleikarar, skulu hesir bólkar vera úr øðrum norðanlondum enn Føroyum.
Góður stuðul úr Føroyum
Norðurlandahúsið hevur longu kunngjørt, at tey stuðla konsertferðini hjá Týr aftur, og er hetta stór hjálp. Vit vilja takka Norðurlandahúsinum fyri aftur at stuðla Týr. Atlantic Airways stuðlar Týr støðugt og eisini stuðla teir komandi føstulávintstiltakinum, hjartans tøkk til Atlantic Airways.
Nógvir ummælarar og fjølmiðlafólk eru ovfarin av, at Týr hevur spælt so nógva staðni og hetta hevur verið gjørligt við góðum stuðli frá føroyskum mentanarstovnunum og vinnulívinum.
Heimsumfevnandi licens-avtalu
Týr hevur fingið boðið license-avtalu fyri allan heimin frá eysturríkska plátufelagnum Napalm Records. License-avtalan er fyri Eric the Red við møguleika fyri trimum fløgum afturat og tá skal Napalm Records gjalda upptøkuútreiðslurnar fyri næstu fløgurnar. Napalm Records hevur gott fótafesti í metal-heiminum og kann fáa fløgurnar hjá Týr út á heimsmarknaðin. Tó er ikki avgjørt um Týr tekur av hesum boðnum frá Napalm Records, tí tað eru nøkur fíggjarlig øki, sum partarnir ikki eru samdir um. Hetta er tann fyrsta avtalan av sínum slag, sum Týr hevur fingið í boðið og vit hava tískil eisini hug at vita, hvat onnur feløg kunnu bjóða bólkinum. Væntandi koma nógv metal-plátufeløg til festivalirnar Headbangers Open Air og RockTown í Týsklandi í summar og kanska spyrst okkurt burturúr har.
Boð um license-avtalu til Eric the Red kemur heldur óvæntað, tí tað er ikki vanligt at fáa bjóðað license-avtalu, tá fløgan er so nógv ummæld sum Eric the Red er (minst 50 ummælir, øll góð) og tá hon longu hevur fingið útgevarar í license-økinum. Væntandi metir Napalm Records hetta vera eina góða framtíðaríløgu.
License-avtalan og konsertferðin 2004 er úrslit av dúgligari marknaðirføring av Týr í bløðum, á internetinum og á útvarpsstøðum. Marknaðarføringini av
Týr hevur umboðið Sigrid J. Dalsgaard staðið fyri.
Áðrenn Týr fara aftur út í heim, verður føstulávintskonsert 21. februar, fyriskipað av Vágs Bóltfelag. Vit gleða okkum at spæla suðri í Vági aftur, siga Týr í tíðindaskrivi.