Tær fýr eru fýra ungar kvinnur, sum hava sungið saman síðan 2001. Tær eru allar herkvinnur í Frelsunarherinum, og tað er har, tær hava sungið mest. Tær hava sungið
til møti, útimøti og onnur tiltøk innan samkomur, hjálparfelagsskapir og ellisheim.
Tað er tann evangeliski sangurin um Jesus, sum er drívmegin. Við sær hava tær tónleikarar, sum eisini koma úr Frelsunarherinum.
Hendan fløgan er ætlað sum ein "live"fløga. Her er alt tikið upp í einum, júst sum tað vildi verið at hoyrt tær sungið "live".
Endamálið við hesi fløguni er fyrst og fremst at royna at boða boðskapin um Jesus við sangi og tónleiki. Eftir at hava sungið og spælt saman í mong ár, har nógv hava skundað undir eina fløgu, valdu tær at taka av tilboðnum frá Frelsunarherinum um at spæla eina fløgu inn.
Hesum boðar Tutl frá í dag.