Út-norður

At tað kann vera sera stutt frá gleði til sorg í fótbólti, noyddust norðmenn at ásanna mikukvøldið

Sat sjálvur og hugdi at NRK, tá dysturin millum Noreg og Slovenia varð leiktur mikukvøldið. Helt tað vera stuttligari at hoyra, hvat norsku frásøgumenninir hildu um dystin, heldur enn at hoyra meira óheftur viðmerkingarnar frá dønum.


Tveir minuttir í himmiríki

Dysturin sjálvur var sum so eingin uppliving. Norðmenn spældu, sum teir hava gjørt higartil í endaspælinum. Eina væl pakkaða verju, sum slovenar ikki megnaðu at bróta ígjøgnum, og so langar bóltar niðan til áleypararnar, sum tó høvdu sera ilt við at skapa nakrar veruligar málmøguleikar.

0-0 gjørdist úrslitið, men norsku frásøgumenninir tóktust einki leggja í, at spælið í dystinum ikki hevði verið serliga undirhaldandi. Støðan í hinum dystinum, nú 92 minuttir vóru farnir, var 3-2 til Jugoslavia, so noðmenninir róptu gleðisróp um, at nú »er Norge i kvarfinalen«. 30 sekund seinni, gjørdist støðan enn meira spent. Brotsspark var til Spania, sum javnaði til 3-3. Noreg var framvegis í fjórðingsfinaluni, men tveir minuttir restaðu av spanska dystinum.

Skíggin var nú tvíbýttur, soleiðis at fylgjast kundi við, hvussu spentir norsku leikararnir vóru, meðan spaniólar tveittu alt fram í seinastu royndini at vinna á jugoslavnum. Tríggjar mans á egnari hálvu, meðan restin fór niðan í brotsteigin, og mín sann, um hetta ikki gav úrslit, tá Alfonso kundi skjóta Spania upp á 4-3.

Sjálvt um Noreg nú var úti, so ljóðaði tað kortini eins og frásøgumaðurin fagnaði Spania, og tað hevði hann sum so eisini alla orsøk til.


Álop skal loysa seg

Spanski sigurin var nevnliga eitt frálíkt dømi um, at tað viðhvørt loysir seg at spæla álopsfótbólt, heldur enn at dúva ov nógv upp á verjupartin.

Gaman í er Noreg grannatjóð okkara, men sæð við fótbóltseygum, er tað eingin synd, at øll trý norðanlondini nú eru send heim úr endaspælinum.

Spæliætlan teirra hevur alla tíðina verið at dúva upp á mistøk hjá mótstøðuliðunum, heldur enn at skapa nakað sjálvi. Tá er munandi stuttligari at hyggja at latinsku londunum, har individualistarnir veruliga sleppa fram at, hóast sjónleikur teirra dregur frá í heildarmetingini.

At tey trý norðanlondini bert megnaðu at skjóta trý mál tilsamans í teimum níggju dystunum, sum tey vóru partur av, sigur eisini nóg mikið.

Nei, fótbóltsspælið saknar ikki norðurlendska íkastið, sum støðan er í løtuni.


Rættir vinnarar

Nú bólkaspælið er liðugt spælt, kann kanska takast eitt sindur samanum, og yvirhøvur er helst galdandi, at røttu londini komu víðari úr ymsu bólkunum. Við hesum veråur meint, at tað eru londini, sum hava sýnt besta fótbóltin, sum hava vunnið seg fram.

Í dag verður so fyri fyrstu ferð í tvær vikur talan um fótbóltsfrían dag, men í morgin verður aftur herjað á.

Tvær fjórðingsfinalur bæði leygardagin og sunnudagin, og alt í alt er líkt til, at talan kann gerast um fýra sera áhugaverdar dystir.

Vónandi verður tað hugurin at vinna, heldur enn ræðaslan fyri at tapa, sum verður avgerandi fyri úrslitið av hesum.7.

6?2: Bárður Johannesen 53.

7?2: Svenning W. Hansen 54.

7?3: Hallur Christiansen 56.

7?4: Hallur Christiansen 68.

8?4: Svend Poulsen 78.


Skáli?B71 7?2 (4?0)

1?0: Pauli Hansen 6.

2?0: Jón Rasmussen 13.

3?0: Pauli Hansen 16.

4?0: Pauli Hansen 30.

5?0: Jón Rasmussen 46.

5?1: Kristoffur Vidtfeldt 49.

5?2: Jónsvein Thomsen 56.

6?2: Kaysten Rasmussen 72.

7?2: Kaysten Rasmussen 78.


10. umfar 20. juni



AB?B71 2?4 (2?1)

(Framskundaður frá 25. juni)

0?1: sjálvmál 5.

1?1: Fróði Stenberg 27.

2?1: Signar Johannesen 43.

2?2: sjálvmál 55.

2?3: Jónsvein Thomsen 86.

2?4: Rúni Joensen 90.

Reytt kort: Petur Kristian Nielsen, B71, 43.


Máltindurin:

Signar JohannesenAB11

Kristoffur VidtfeldtB7111

Oddbjørn JoensenAB9

Aksel HøjgaardB688

Petur NiclasenFS Vágar8

Kaj RoestTB8

Egil SteintórssonVB8

Svend PoulsenAB6

Kári í LágabøVB6

Pauli HansenSkála5

Eyðun SvalbardTB5

Hallur ChristiansenTB5

Dánial Petur JohansenB364

Regin ArgeB364

Jónsvein ThomsenB714

Magnus SimonsenFS Vágar4

Aksel JohannesenKÍ4

Kaysten RasmussenSkála4

Just JohannesenTB4

Bárður JohannesenAB3

Fróði StenbergAB3

Heri PetersenAB3

Svenning W. HansenAB3

Tumas Eli HansenB363

Vinjard GuttesenB363

Jákup OlsenB683

Jóannes JakobsenB683

Páll á ReynatúgvuB713

Símun HansenB713

SjálvmálB713

Jákup BaldvinssonÍF3

Ken BærendsenÍF3

Jón RasmussenSkála3

Niels Gunnar PetersenTB3elig;l, har hon bðr. Tað má vera okkurt í luftini, sum ger tað, men um summarið hoyrir hon tað ikki. Men heilt frá oktober til mars hoyrist útvarpið væl og so lurtar hon eftir tí og situr undir hvørjum orði.

Hon og vinfólk í Føroyum gera eisini nógv burturúr at tosa inn á kasettubond og senda ímillum sín.

Og so hevur hon eisini samband við nakrar aðrar føroyskar konur, ið endaðu í Onglandi uppá sama máta sum hon sjálv. Sjálvandi hevur hon eisini fleiri ferðir havt føroyingar á vitjan.


Eitt gott lív

Nú Hilda er 71 ára gomul, er tað eitt gott lív, hon sær, tá ið hon lítur aftur um bak.

? Eg havi havt eitt gott lív, við einum góðsligum manni og trimum børnum, sum øll klára seg og síni, og sum hava givið henni sjey ommubørn.

? Báðir synirnir undirvísa á universitetum og øðrum hægri skúlum og dótturin hevur alment tænastustarv. Trý av ommubørnunum eru liðug á universiteti, trý ganga á universiteti og tað sjeynda byrjar á universitetinum komandi ár. Børn og ommubørn sær hon nógv til.

? Men so leingi, eg orki, fari eg at koma aftur og aftur.

Men ferðingarhugurin ger, at hon ferðast eisini aðrar leiðir og nú pensjónsárini eru rokkin, eru umstøðurnar góðar ferðast.

?Eg havi verið bæði í Kanada, USA og víða hvar í Evropa. Og í heyst havi eg keypt mær eina ferð til Teilands.

Men hvar hon so ferðast er tað tó eitt, sum liggur fast. Og tað er, at vágbingur, tað verður hon til tað síðsta.


Halda røðu

Av tí, at Hilda hevur verið so oftani heima og ferðast, er jóansøkan ikki so fremmand fyri henni, sum hon er fyri so mangar útisetar.

Hon hevur ofta verið á jóansøku, og tað er serliga kappróðurin, sum hugtekur hana

Tað er ein sera vøkur sjón at síggja allar róðarbátarnar koma skúmandi inn eftir fjørðinum. kanska er tað tí, at eg sjálv búgvi mitt inni í landinum og síggja ikki sjógvin, at eg eri so hugtikin av kappróðrinum. Men Vágsfjørður, hann er eisini vakur í sær sjálvum.

Hóast Hilda ofta hevur verið á jóansøku, verður hendan kortini nakað serligt, tí í ár skal hon halda røðu á hugnaløtu uttanfyri posthúsið leygarkvøldið , tá verður eisini sangur og tónleikur á skránni.