Systkinabørnini Sonja Sirdal úr Hvannasundi og Tróndur Sirdal úr Klaksvík vóru saman við vinamanninum Elian Askham av Norðoyri farin á Summarfestival í dag.
- Her er nógv spennandi á festivalinum í ár, so hann skal nokk blíva stuttligur, sigur 12 ára gamla Sonja.
- Serliga Páll Finnur Páll í gjár hevði eg glett meg til. Teir høvdu eina fína konsert, men tað var eitt sindur strævið, at teir spældu nýggjar sangir. Tá fær man ikki ordiliga sungið við, sigur 13 ára gamli Tróndur.
Ikki óvæntað er tað unga danska stjørnuskotið, sum fer á pall í morgin, ið hevur serligan áhuga.
- Rasmus Seebach verður spennandi í annaðkvøld. Eg haldi, at sangirnir hjá honum eru góðir, so eg havi lurtað nakað eftir honum, sigur 12 ára gamli Elian.
Um regnið høvdu tey ungu vinfólkini bert eina meining um.
- Regnið leggi eg einki í. Tá man lurtar eftir tónleiki, so er tað sum um, at regnið hvørvur. So tá tónleikurin er góður, ger regnið einki, sigur Tróndur at enda.