Tá Smyril stevnur suður á Jóansøku leygarmorgunin klokkan 10:30, verður livandi tónleikur at hoyra umborð.
Í samband við Jóansøkufestivalin fara Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni at spæla umborð og harvið hugna um, meðan siglt verður suður.
Teir báðir hava spælt nógv saman seinnu árini, bæði í Suðuroynni og í Danmark.










