Tónleikur í Hoydølum

Í kvøld klokkan 20 fara næmingarnir í studentaskúlanum í Hoydølum á pall við øllum frá kórsangi til rock-tónleik.

 Í kvøld, hóskvøld, skipa tónleikanæmingar í studentaskúlanum í Hoydølum fyri kvøldsetu, har høvi verður at hoyra og síggja nakað av tí, sum rørir seg av tónleiki millum næmingarnar í skúlanum.
Næmingakórið fer at syngja, og bólkar og einstaklingar fara at framføra egnan og læntan tónleik. Onkrir av bólkunum hava verið frammi í eitt nú Prix Føroyum.
Eisini luttaka næmingar úr Studentaskúlanum á Kambsdali.
Meðan tónleikararnir fylla tónar út í rúmið, hava áhoyrararir møguleika fyri at keypa sær ein kaffimunn og okkurt afturvið, siga næmingarnir í Hoydølum.
Tað eru næmingar við lærugreinini tónleiki á øðrum árið, ið skipa fyri tiltakinum.
Kvøldsetan, sum verður í samkomuhøll skúlans, byrjar kl. 20.00 og endar umleið kl. 23.00. Atgongumerki til kvøldsetuna kosta 30 krónur,