Tónleikur á Bátafestivalinum á Toftum

Eftir at bátarnir er komnir upp á pláss í bátahylinum í Oyrunum á Toftum, byrja tiltøk í tjaldinum á kaiøkinum. Sum altíð er nógv gott undirhald í gjaldinum á Bátafestivalinum, og fleiri góðir tónleikarar fara at framføra.

##med2##

Eftir at festivalurin er settur, byrjar tónleikur í tjaldinum klokkan 15.30, har fýra tónleikarar fara at framføra.

##med3##

Fyrstur á pallin verður Eyðun Jacobsen, og síðani koma Karstin Danielsen, Terje B. Vestergaard og Sámal Ravnsfjall setir punktum fyri tónleikaframførslunum.

##med4##

Fyrireikararnir skriva, at eins og undanfarin ár er Bátafestivalurin eitt tiltak fyri alla familjuna, har hugnin er í hásæti bæði kring bátahylin og sjálvandi í tjaldinum á kaiøkinum.

##med5##

Skráin fyri Bátafestivalin á Toftum kann lesast HER.

Bátafestivalurin á Toftum verður leygardagin 4. mai.

##med6##