Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins verður í ár latin finska tónleikaranum og klarinettúrmælinginum Kari Kriikku. Føroyska ORKA var innstillað til virðislønina Føroyski vistfrøðiligi tónleikabólkurin ORKA varð innstillaður til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins, men mátti lúta fyri avgerðini hjá Norðurlandaráðnum, sum valdi at heiðra klarinettúrmælinginum úr Finnlandi, Kari Krikku.
Kari Kriikku hevur vunnið stóra altjóða viðurkennig, og verður mettur sum eitt sera gott umboð fyri nútímans norðurlendskan tónleik.
Nevndin skrivar soleiðis í sínari grundgeving:
?Kari Kriikku er ein sannur virtuosur á sínum ljóðføri, klarinettini. Framførslur hansara eru eyðkendar av fleksibiliteti og stórari spæligleði ? hann er ein spælimaður í orðsins sanna týdningi.
Sum einleikari er Kari Kriikku slóðbrótandi innan sítt tónleikaøki, og av somu orsøk hevur hann samstarvað við eina røð av nútímans tónaskøldum, hvørs verk hann eisini hevur frumframført. Innan kamartónleik hevur hann eisini roynt nýggjar leiðir út yvir tær meira siðbundnu klassisku siðvenjurnar.
Kari Kriikku hevur staðið fyri hópin av útgávum, sum fevna um alt frá C.M. von Weber til Kimmo Hakola og Magnus Lindberg, og við einstøkum frávikum til tey meira fólksligu og populeru tónleikasløgini. Hansara eyðsýnda talent á pallinum styrkir myndina av einum einastandandi og evnaríkum listamanni.?
Virðislønin á 350.000 DK verður latin í sambandi við tingsetuna hjá Norðurlandaráðnum í Stokkhólmi síðst í oktober í ár.
Les meira um tónleikavirðislønina: www.norden.org/nr/pris/mus_pris/sk