Tónleikaverkstaður í Havn í dag

Sum líð í Tórshavnar Jazzfestivali, verður í dag, 15. oktober klokkan 12, tónleikaverkstaður við Lars Jansson Trio. Í verkstaðnum, ið verður á Musikkskúlanum á Frúutrøð, verður m.a. hugleitt um, hvussu ein kann mennast sum menniskja gjøgnum tónleik.

Eisini fer Lars Jansson Trio at spæla tónleikadømi. Øll eru vælkomin og atgongdin er ókeypis.

Myndin er av heimasíðuni hjá lars Jansson Trio, sum er á www.lars.jp/e/