Sunnudagin 18. mai kl. 15 verður ein áhugaverdur føroyskur tónleikasjónleikur fyri børn á Bryggjuni í Keypmannahavn. Sjónleikurin, sum bæði verður á donskum og á føroyskum, er mannaður av stórum nøvnum sum Budam, Dánjali á Neystabø og Sofie Nolsøy, sum vanliga eru mest kend sum performarar, tónleikarar og frásøgufólk.
Tað er ein nýskrivaður, interaktivur leikur, har børnini aktivt verða drigin upp í framførðsluna, sum kókar av spæli, gandi, tónleiki og gleði við at siga frá. Børnini fáa sjálvi møguleika fyri at spæla tónleik og taka lut í undirhaldandi leikinum.
- Leikurin er sera inspirerandi og læruríkur og hyggjararnir skuldu helst hildið fram við at spæla og ganda, leingi eftir, at ferðin er av, sigur annar høvundurin Budam.
Atgongumerki kunnu keypast á: www.politikenbillet.dk/nordatlanten










