Tónleikarar sláa seg saman móti Múrinum

Nú hava tónleikarar eftir øllum at døma fingið nóg mikið av brotnum lyftum frá Múrinum. Í dag gera tónleikararnir greitt, at nú gongur leiðin til ein felags sakførara

Enn einaferð hava fyrireikararnir við Múrin útsett lønardagin hjá tónleikarunum. Fyrireikarar lovaðu fyri stuttum, at lønin í seinasta lagi bleiv útgoldin 1. september, men enn er eingin løn at heinta, og tónleikararnir hava fingið boð um, at tað framvegis verður arbeitt við at fáa fígging til vega, soleiðis at lønin kann gjaldast fyri tær nógvu framførslurnar við Múrin.

Men nú hava tónleikararnir eftir øllum at døma fingið nóg mikið av brotnum lyftum.

Fleiri av tónleikarunum, sum framførdu við Múrin, hava nú tikið stig til at fáa ein sakførara upp í leikin, ið skal umboð allar teir føroysku tónleikararnir, ið framvegis vanta samsýning.

- Fleiri tónleikarar hava tikið stig til at fáa ein felagssakførara upp í leikin, og vit ætla okkum eisini at koyra málið til innkrevjingar, sigur Niels Uni Dam, forsangarin í Mc-Hár. Hann sigur, at tað ikki eru limirnir í Mc-Hár, sum hava tikið stig til at fáa sakførara upp í leikin, men at teir hava ætlanir um at sláa seg saman við hinum tónleikarunum.


Sannleikin hevði sigrað

Tað víðagitna Múramálið hevur tikið nógvar ymiskar vendingar síðani tað av fyrsta sinni bleiv varpað ljós á vantandi samsýningar, og enn er seinasta orðið neyvan sagt. Men málið hevði sambært tónleikarunum ikki verið eins óheppi, um sannleikin kom fram frá byrjanini.

- Mær dámar ikki, tá ið fólk lúgva fyri mær, ella tá ið tað verður logið upp á meg. Og fyrireikararnir við Múrin hava bæði logið fyri mær, og upp á meg í hesum málinum, sigur Niels Uni Dam, forsangari í Mc-Hár.

Mark Joensen, fyrireikari, hevur sambært Niels Una Dam sagt eitt við tónleikararnir, meðan hann hevur sagt eitt annað við fjølmiðlarnir.

- Hetta málið hevði als ikki verið eins óheppið og keðiligt, um sannleikin bara varð sagdur frá fyrstan tíð. Tað er keðiligt, at vit hava fingið at vita, at fíggingin er funnin, tá ið tað nú er greitt, at eingin fígging er, sigur Niels Uni Dam.

Enn hava tónleikararnir ikki vent sær til ein sakførara, men sum skilst verður ein felags sakførari funnin í vikuni, sum síðani skal umboða tónleikararnir í Múramálinum.