Tónleikarar minnast Steve Jobs

Fleiri stórar stjørnur innan tónleik hava nýtt teirra Twitter síður til at æra Steve Jobs.

 

Eitt nú hevur rapparin Snoop Dogg skrivað stutt og greitt:

“RIP Steve Jobs. Rest in peace homie”

 

Rapparin og tónleikaframleiðarin Will.i.am skrivar á sínari Twitter síðu, at Steve Jobs sniðgav ein heilt nýggja heim.

“Vit hava mist ein stóran íverksetara. Steve Jobs gjørdi ein heilt nýggjan heim. Hann verður saknaður. “

 

Avstralska songkvinnan Kylie Minogue skrivar eisini um Steve Jobs.

“Frá mínari Mac teldu til aðrir fjepparar. RIP Steve Jobs”

 

Sangarin Neil Diamond valdi at nýta tað hugtakið, sum er blivið vælumtókt hesar dagar á Twitter og Facebook, nevniliga iSad, meðan Sean ‘Diddy’ Combs skrivar, “RIP Steve Jobs”.

 

Bretski bólkurin Coldplay skrivar soleiðis:

“Hava júst frætt ræðuligu tíðindini um deyðan hjá Steven Jobs. Hann hevði eitt ótrúliga inspirerandi lív, og hann broytti heimin. RIP Steve”

 

Fleiri plátufeløg hava eisini takkað Steve Jobs fyri at hann hevur broytt hvussu heimurin lurtar eftir tónleiki.

 

Kelda. Eb.dk