Tónleikarar minnast betri

Fólk sum regluliga spæla eitt ljóðføri, minnast betri og hava betri hoyrn enn onnur.

Nýggj gransking vísir, at lívslong venjing av tónleiki hevur positiva ávirkan á tvær týdningarmiklar funksjónir, sum annars versna við aldrinum ? minnið og evnini at hoyra talu í larmi.

Í kanningini luttóku 18 tónleikarar og 19 ikki-tónleikarum allir vóru millum 45 og 65 ár. Felags fyri tónleikararnar var, at teir longu sum 9 ára gamlir byrjaðu at spæla ella høvdu spælt eitt ljóðføri, og sum tey hildu fram at spæla uppá, tá teir gjørdust eldri.

Royndirnar vórðu gjørdar soleiðis, at fólkini luttóku í ymsum minnisroyndum og hoyriroyndum, og her vunnu tónleikararnir greitt á ikki-tónleikarunum á øllum punktum, uttan á einum har teir vóru javnir.

Nina Kraus, ið er lækni og hevur staðið fyri kanningini á Northwestern University í Chicago vísir á, at fyrimunurin hjá tónleikarunum er tann, at tað at læra og minnast ljóðbroyt økir um hoyrnina og minnið, og at tað líkasum fín-tunar nervaskipanina.