Tónleikanæmingar aftur á ferð

Næmingar í Musikkskúlanum í Suðuroynni fara mikudagin aftur á rundferð og verður tað syðra helvt av Suðuroynni, ið nú sleppur at hoyra jólatónar

Mikudagin í síðstu viku vitjaðu musikkskúlanæmingar í Suðuroynni skúlar í norðaru helvt av Suðuroynni og á kvøldi var konsert fyri foreldrum og øðrum áhugaðum.
Mikudagin fara næmingarnir aftur á ferð og leisturin er hin sami, men nú fáa skúlar í syðru helvt av Suðuroynni vitjan og á kvøldi verður konsert í Vágs Skúla fyri foreldrum og øðrum áhugaðum.                      Konsertin mikukvøldið í Vágs Skúla byrjar klokkan 19:30 og øll eru vælkomin.