Tað hevur vanliga verið soleiðis, og tað er framvegis soleiðis, at flestu fyritøkurnar, sum veita tænastur til vinnuna, eru í høvuðsstaðnum. Her verður m.a. hugsað um advokatar og grannskoðarar.
Men tey seinnu árini hevur verið ein ávís gongd, sum bendir á, at eftirspurningurin eftir tænastum av hesum slagnum er so mikið stórur kring landið, at tað er grundarlag fyri sovornum fyritøkum aðra staðni enn í høvuðsstaðnum.
Okkum kunnugt arbeiðir eingin advokatur burturav aðra staðni enn í Havnini, men advokatskrivstovur hava fólk t.d. í Eysturoy og í Klaksvík ein ella fleiri dagar hvørja viku.
Ríkisgóðkendu grannskoðararnir halda allir til í høvuðsstaðnum, men nú hevur onkur teirra skrivstovur aðra staðni í landinum, sum eru opnar ein ella fleiri dagar hvørja viku.
Bókhaldsstovur og skrásettir grannskoðarar eru fleiri av aðra staðni enn í Havnini.
Avbjóðing
Á fundinum, sum næstsíðsta mánakvøld var í Runavík hoyrdu nógvir vinnulívsmenn í Eysturoy fyrstu ferð navnið Símun Hammer. Tað er kortini ikki tí, at maðurin er púra fremmandur í oynni, tí virkið hjá honum, sum eitur Virkisráðgeving Spf., er trý ára gamalt. Tað heldur til á Høgabóli, og umframt Símun Hammer er Sigvør Laksá í starvi í felagnum. Hon var fram til á sumri í fjør skrivstovuleiðari á Handilsskúlanum á Kambsdali.
Símun Hammer, sum er 35 ára gamal, er útbúgvin fiskivinnufrøðingur frá lærda háskúlanum í Tromsø. Hann hevur eisini nomið sær útbúgving innan virkisbúskap, organisatión og marknaðarføring, og áðrenn hann kom til Føroya, hevði hann arbeitt sum ráðgevi í Noregi, umframt at hann hevði fingist við grannsking í Tromsø:
? Tá eg flutti aftur til Føroya, var tað í huganum at seta seg niður í Havnini, men eg valdi heldur at flyta inn á Toftir og at lata virkið upp í Runavík. Tað hevur sínar fyrimunir, men tað er eisini ein avbjóðing, tí tað verður roknað við, at virkini av tí slagnum, sum eg havi, eru í høvuðsstaðnum, og tí verður tað sjálvtsagt fyrst og fremst leitað eftir teimum har.
Maðurin, sum gav eina heildarlýsing av vinnulívinum í Eysturoy, sigur seg ikki vera heilt ókendan við vinnuna:
? Eg havi ikki gjørt nógv við at lýsa. Tað hevur ikki verið neyðugt, tí fyrispurningarnir hava ikki verið so fáir. At veita ráð og at tey, sum tú hevur veitt ráð siga øðrum frá um hetta, hevur verið mátin, sum higartil hevur verið brúktur, sigur Símun Hammer.










