Tín saldo umvegis fartelefonina

Millum virkini í Ungt Virki er Komplex, ið menna eina skipan til at kanna saldoina á tíni bankakonto umvegis fartelefonina.

Ungt Virki
 
Í hesum døgum vísa bólkarnir í Ungt Virki verkætlanini á Føroya Handilsskúla . Virkini fevna breitt, har er alt frá djóraframsýningum til vísorðakøkur, frá rokkfløgum til eina SMS skipan til at kanna bankasaldoina við.
Á básinum hjá unga virkinum Komplex Text-Response hittu vit fryntligu Rebekku Petersen framleiðslustjóra. Hon greiddi okkum frá um SMS-skipanina, ið tey hava fingið hugskot til. Hetta er ein skipan, har tú við einum SMS boðum kann kanna saldoina á tíni bankakonto.
Rebekka sigur, at bólkurin hevur tosað við Elektron um tøkniligu menningina av skipanini. Menningin av skipanini er komin heilt væl áleiðis. Valið av Elektron sum tøkniligum samstarvsfelaga var fyrst og fremst orsakað av tí trygdini, ið Elektron er kent fyri at veita, sigur Rebekka. Her er talan um upplýsingar, ið skulu vera tryggjaðir sera væl, og hetta er eitt øki, ið Elektron hevur serkunnleika á.
Mannagongdin er einføld. Tú skrásetir teg í tínum peningastovni og fært eitt loyniorð sendandi við posti, á sama hátt sum við loynitølunum til FR-Kortið. Tú fert síðan inn á heimasíðuna hjá skipanini, og ritar teg  inn á tína brúkarasíðu. Har ber til at velja tænastur. T.d. kanst tú velja at fáa eini SMS boð sendandi hvønn dag, hvørja ferð saldoin fer um eina ávísa upphædd ella hvørja ferð peningur verður fluttur á kontoina.
Rebekka sigur, at møguleikarnir eru nógvir við skipanini. Komplex hevur sett seg í samband við peningastovnarnir. Hesir eru somuleiðis áhugaðir í skipanini. Hon greiðir frá, at ein av peningastovnunum kemur at hyggja at skipanini seinnapartin í dag.
Eingin í bólkinum er forritari, men hetta er ikki ein trupulleiki. Tí tað er ikki tann tøkniliga partin av skipanini, ið Komplex tekur sær av. Tey standa fyri hugskotsmenningini og marknaðarføring av skipanini.
 
Ungt Virki frá teori til praksis
Rebekka heldur Ungt Virki verkætlanina vera frálíka. Hetta er ein møguleiki hjá næmingunum at royna tað, ið tey læra í hinum lærugreinunum í praksis. Hetta læra vit nógv av, sigur hon. Hon heldur tó ikki, at tíðin, ið er sett av til verkætlanina, er so góð, sum hevði verið ynskiligt.
Hon sigur, at hetta var ikki fyrsta hugskotið, ið tey fingu. Áðrenn hetta hugskotið varð valt, høvdu tey m.a. tosað um føroyskt rabarbusúltutoy og ein skepikjøtshaldara, men hetta var jú gjørt áður. Komplex eru Levi Hansen (stjóri), Rebekka Petersen (framleiðslustjóri), Óli Poulsen (roknskaparleiðari) og Ann-Rósa á Rógvu (Søluleiðari).