Tí miseydnaðist ætlanin at byggja fleiri leigu-íbúðir

Býráðslimur í Havn sigur, at tað er ein ávís orsøk – og svarið er rættiliga einfalt

Tað er ein ávís orsøk til at tað gongur so illa at fáa nakran at byggja leigu-íbúðir.

Tað sigur Annfinn Brekkstein, býráðslimir í Havn.

Meirilutin í býráðnum í Havn hevði annars sett sær sum eitt av sínum fremstu málum, at útvega fleiri leigu-íbúðir í Havn. Orsøkin til tað er, at tað eru rættiliga nógv fólk, sum heldur vilja hava eina íbúð til leigu, heldur enn eina til keyps.

Spurninginum um bústaðarneyðina var til umrøðu á seinasta býráðsfundi í Havn

Men Annika Olsan, borgarstjóri, ásannar, at tað hevur gingið strilti at fáa nakran at byggja leigu-bústaðir. Og hon sigur, at orsøkin til tað er, at eingin vil fara undir slíkar ætlanir, og sostatt mangla pengar til endamálið.

Hon sigur, at tey hava roynt at fáa tryggingarfeløg og peningastovnar, at vera við í verkætlanum at byggja leigu-íbúðir, men tað vilja tey ikki.

– Skulu vit byggja leigu-bústaðir, er neyðugt við nógvum kapitali, tí tað ganga 25 - 30 ár, áðrenn tað fer at kasta pengar av sær. Men verða íbúðir hinvegin bygdar til at selja, kemur vinningurin beinanvegin.

Annika Olsen vísir á, at tað standa einar 10 milliardir í føroyskum pensjónsgrunnum, men tær verða brúktar til at bústaðir í Danmark, heldur enn í Føroyum, og tað heldur hon, er harmiligt.

Men hon trýr framvegis upp á, at ber tað til at savna allar góðar kreftir, ber tað eisini til at byggja fleiri leigu-íbúðir.

Annfinn Brekkstein, sum eisini er bankamaður, sigur, at tað er ein rættiliga einføld orsøk til, at peningastovnar, eftirlønargrunnar og tryggingarfeløg, ikki vilja vera við til at byggja leigubústaðir.

Og tað er tí, at Føroyar eru so lítlar, at skuldu tíðirnar versna aftur, so at fólk flyta úr íbúðunum tey leiga, er eingin annar at flyta inn í tær.

Sostatt er alt ov stórur vandi fyri, at fíggingarstovnarnir koma at liggja innibrendir við einum hópi av tómum íbúðum - og so eru pengarnir mistir. Tað er orsøkin til, at tey ikki vilja vera við í slíkum ætlanum.

– Pengarnir verða settir har avkastið er størst, men í Føroyum er marknaðurin so avmarkaður, at vandin er ov stórur, sigur Annfin Brekkstein.