Tímdu væl at lurta

Starvsnæmingar á Sosialinum vóru við til handanina av Hvítubók í gjár - og gera sínar egnu hugleiðingar um fundin?

Mikudagin 01.09.99, vóru nógv fólk, politikarir, journalistar og onnur, savnað á Hotel Hafnia, har tosað varð um ?Hvítubók? sum kemur út í dag, og skuldi vera handað Høgna Hoydal. Fundurin byrjaði kl.8.45, og Sosialurin var við á hesum fundi.

Tað vóru nógvir talarar, sum t.d. Høgni Hoydal, aftaná handanina helt hann eina serliga talu, sum sikkurt nógv verður tosað um aftaná henda fundin.

Høgni Hoydal hevði ein amboðskassa við á sínari talu, í amboðskassanum vóru amboð, sum skuldu vísa Føroyar á veg. T.d var eitt kumpass sum skuldi vísa Føroyum eina leið. Hetta er fyrstu ferð, at ein politikari hevur ein amboðskassa við á ein fund. Hvat verður tað næsta ?

Nakrir politikarir høvdu leitað sær niðan til Hotel Hafnia, teir vóru Anfinn Kalsberg, løgmaður, Karsten Hansen, Helena Dam á Neystabø og Høgni Hoydal, sum sjálvandi skuldi vera har, at taka ímóti ?Hvítubók?.

Tað eru 3 bøkur av hesari ?Hvítubók? : Hvítubók, Hvítubók, fylgibind 1: Búskapur og Hvítubók, fylgibind 2: Fyrisiting.

Tað vóru óvanliga nógvir journalistar, ikki færri enn 5 fólk frá Útvarpi Føroya. Aðrir journalistar vóru eisini, teir komu frá Dimmalætting og Danmark Radio.

Tað skuldu journalistar koma ymsastaðni frá, men teir komu á skeivt stað ella á skeivt land. Teir vóru farnir til Ísland. Bara ein føroyskur/danskur journalistur megnaði tað, tað var hann frá Danmark Radio, men hann visti eisini vegin til Føroyar, tí hann sjálvur var føroyingur.

Ymiskar frágreiðingar fóru fram um ?Hvítubók?, har fólk sum Herluf Sigvaldsson og Reidar Nónfjall, hildu talu um innihaldið í ?Hvítubók?. Fundurin helt fram til umleið kl.12.00-12.30, har spurningar og frágreiðingar fóru fram.

Summir fundir kunnu vera sera undirhaldandi og summir kunnu vera sera keðiligir. Hesin fundur var sera keðiligur, tað sást á fólkinum, summi fólk snakkaðu og drukku kaffi, og summi rullaðu sigarettir. Men tá tað kemur til, at spurningar kunnu koma fram, eru fólk sera hugtikin og lurta eftir, hvat verður spurt og hvat verður svarað.


Skrivað hevur: Sóley Einarsson, 16 ár, starvsnæmingur


Mikudagur 01.09. 99.

Kl 8.45 fóru vit frá Sosialinum oman á Hotel Hafnia har vit sóu fotografar, politikarar, teir frá Útvarpi Føroya, Dimmalætting og onnur fólk. Vit sóu Høgna Hoydal fáa Hvítubók. Kend fólk sum vit sóu á Hotel Hafnia vóru Høgni Hoydal, Helena Dam á Neistabø, Sjúrður Skaale, Karsten Hansen og Anfinn Kalsberg, løgmann.


Skrivað hevur: Kjartan Jacobsen, 16 ár, starvsnæmingur