Tøma nú brenda bygningin

Tá bygningurin hjá teldufyritøkuni Com-Data, sum brendi herfyri, er tømdur, verður støða tikin til, um betongið skal rívast niður

Í løtuni eru hondverkarar í holt við at tøma bygningin hjá teldufyritøkuni Com-Data, sum brendi fyri nøkrum vikum síðani.

Alt verður tikið innan úr bygninginum, og tá tað er gjørt, fara fólk frá tryggingini at kanna, um betongið kann verða standandi og brúkast aftur. Um betongið eisini hevur fingið skaða, verður tað rivið niður.

Stjórin á Com-Data, Oliver Thomsen, sigur, at teir ætla at byggja bygningin aftur, men enn er ógreitt, hvørjum líki hesin bygningur verður í. Tað veldst millum annað um, um betongið skal brúkast aftur, ella um tað skal rívast niður eisini.

Com-Data hevur tveir bygningar, og tað var tann norðari av teimum, sum brendi í ógvusliga eldsbrunanum. Tann sunnari bygningurin hevur ongan skaða fingið, men hesin bygningurin er ikki nóg stórur til at hýsa øllum virkseminum hjá fyritøkuni.

? Í løtuni er tað rættiliga trongligt hjá okkum, og vit sita fleiri á hvørjum kontóri, sigur Oliver Thomsen.


Halda til í tveimum bygningum

Eftir eldsbrunan hevur Com-Data eisini leigað sær skrivstovuhøli hjá JFK Trol við Garðavegin, og har hava nøkur fólk havt skrivstovu síðani. Hini fólkini halda til í sunnara bygninginum við Stangavegin.

? Umstøðurnar at arbeiða undir eru ikki tær bestu í løtuni, og tí vilja vit hava ein nýggjan bygning upp at standa norðanfyri skjótast gjørligt, sigur Oliver Thomsen.


Ikki í fýra hæddum aftur

Hann sigur, at ætlanin er, at nýggi bygningurin norðanfyri verður bygdur fastur í tann sunnara bygningin, og at ein inngongd skal vera millum báðar bygningarnar.

Tá Com-Data fer at byggja aftur norðanfyri verður tað neyvan í fýra hæddum, soleiðis sum tann gamli bygningurin var. Tað verður helst ein hædd minni, men hvussu bygningurin kemur at síggja út, verður støða ikki tikin til, fyrr enn tað er greitt, um betongið í gamla bygninginum skal brúkast aftur.

Knapt 20 fólk starvast dagliga á teldufyritøkuni Com-Data, sum hevur lagt seg eftir at gera serloysnir til vinnulívið.h;is reytt)


Máltindurin


Signar Johannesen AB 11

Kristoffur Vidtfeldt B71 11

Oddbjørn Joensen AB 9

Pauli Hansen Skáli 9

Egill Steintórsson VB 9

Aksel Højgaard B68 8

Kaj Roest TB 8

Jákup Olsen B68 6

Kári í Láabø VB 6

Svend Poulsen AB 6

Regin Arge B36 5

Hallur Christiansen TB 5

Eyðun Svalbard TB 5