?Hetta tíma vit ikki longur. Nú eru vit samdir um, at vit bíða bara eftir úrslitinum. Og so taka vit avleiðingarnar aftaná.
Tað er Jósup Henriksen í Sørvági, sum ikki tímir meiri.
Og tað, hann ikki tímir meiri, er fara til Havnar á fund í tíð og úrtíð.
Jósup Henriksen er formaður í felagnum hjá lemmatrolarunum.
Og júst hesin skipabólkurin hevur verið rættiliga umstríddur í longri tíð.
Teir eru ikki uppi í fiskidagaskipanini, tí teir fiska mest á djúpum vatni.
Men fiskivinnuumsitingin hevur í fleiri ár viljað havt teir upp í skipanina fyri at eisini teir kunnu laga seg til fiskiríkidømið undir Føroyum, sum tað eitur.
Og seinasta útspælið er, at teir smærru lemmatrolararnir skulu fáa 100 dagar á innaru leiðunum og teir størru trolararnir skulu fáa 80 dagar. Men hvør dagur skal kunna býtast við fýra dagar á ytru leiðunum.
Hetta uppskotið varð lagt fyri løgtingið á Ólavsøku og er nú til viðgerðar í vinnunevndini.
Teir, sum vara av lemmatrolarunum halda, at hetta eru alt ov fáir dagar.
Ikki minst vísa teir á, at teir eru langt úti og kunnu tí ikki sigla inn, hvørja ferð tað er óveður. Tí koma teir at brúka fiskidagar, hóast teir liggja bakk.
Teir føra eisini fram, at fiskiskapurin er so háttaður, at teir eru bæði á ytru og á innaru leiðum sama dag, tí soleiðis ferðast fiskurin.
Vendst ikki aftur
Nú spurningin um at fáa lemmatrolararnir uppí fiskidagaskipanina er til viðgerðar, vóru umboð fyri felagið hjá trolarunum boðin á fund við vinnunevndina hjá løgtinginum.
?Har fingu vit at vita, at málið er helst komið so langt, at nú vendist ikki aftur, sigur Jósup Henriksen.
Hann sigur, at sjálvir førdu teir fram, at teir vildu helst vera undir skipanini sum er, í hvussu so er í fýra ár afturat, inntil 10 ára loyviskeiðið er runnið.
Føla seg lumpaðar
Tað skilst eisini á Jósup Henriksen, at teir kenna seg ikki sørt lumpaðar av landsstýrinum.
? Tá ið dagaskipanin kom, vórðu lemmatrolararnir roknaðir út til at fáa 275 dagar í part.
?Men vit fingu ongantíð hesi tølini at vita. Ikki fyrrenn nú hava vit frætt um hesar útrokningarnar.
?Jósup Henriksen sigur, at helst vórðu tølini hildin loynilig fyri at fáa skipanina at ganga upp, tí fingu lemmatrolararnir sínar 275 dagar, hevði tað blivið ov lítið til onkran annan.
? Ístaðin fingu eitt hjáveiðiprosent uppá 4% av toski og hýsu.
?Tað er eitt prosenttal, sum er so lágt, at tað kann hvørki brúkast til eitt ella annað.
Jósup Henriksen vísir á, at øll onnur lond hava eitt hjáveiðiprosent upp á 10-12% og sjálvir lótu vit norðmenn hava eitt hjáveiðiprosent upp á 35%.
? Tá ið vit sípani mistu íløgustuðulin fingu vit eina hjáveiðikvotu uppá 100 tons av toski og 100 tons av hýsu um hálvárið, men tað var beinanvegin minkað 50%, niður í 50 tons.
?Tað, sum hendir nú, er so, at vit skulu kroystast upp í fiskidagakipanina - við alt ov fáum døgum.
Fundast ikki meiri
Jósup Henriksen sigur, at tað er ein farri av vónloysi, sum nú eyðkennir teir, sum vara av lemmatrolarunum.
Hann sigur, at undir øllum umstøðum er tað liðugt við at ganga og renna til Havnar í tíð og úrtíð á fundir.
?Tað hava vit gjørt nú í fleiri ár, men tað er til onga nyttu, tí ongin lurtar eftir okkum.
? Vit eru komnir til ta niðurstøðu, at nú lata vit bara standa til. Nú má løgtingið um, hvat tað ger.
? Og tá ið avgerðin er fallin, fara vit at taka avleiðingarnar av tí.
? Tá fer hvør lemmatrolari at gera støðuna upp.
? Og tann, sum kemur til ta niðurstøðu, at tað ikki ber tilat halda fram, hann gevst so, sigur formaðurin í lemmatrolarafelagnum.










