Tilvera
Tað var kanska tilvildin, sum gjørdi, at Eiler Rasmussen yvir høvur kom framat fremstu føroysku deildini sum fótbóltsdómari.
Áhugin fyri ítrótti hevur altíð verið til staðar, og á Skála - eins og so manga aðrastaðni – vóru tað fyrst og fremst hond- og fótbólturin, sum merktu ítróttarlívið.
- Eg spældi sjálvur fram til unglingaaldur, men tað var nú ikki altíð, at tað gekst okkum so øgiliga væl. Ta einu ferðina spurdi Niklas á Líðarenda meg, hví ólukkan eg ikki fór at gera nakað við dømingina, og sum so tók eg hann upp á orðið.
- Og eg var sum so sera heppin. Eg tók prógv á vetri 1997, og longu sama árið var eg partur av dómarabólkinum hjá Petur Erhard Kjærbo. Eg dømdi so eisini sjálvur í lægru deildum, men tað at vera linjuverji í fremstu deildini búnaði meg nógv. Har stendur jú ofta nógv á, og tá eg í 2001 fór undir at døma í fremstu deildini, kendi eg tí til tað mesta kring dystirnar.
Fokus á mistøkum
Við trýstinum sipar Eiler til tað uppmerksemi, sum aloftast er kring dystir í fremstu røð. Fjølmiðlar eins og viðhaldsfólk hjá ymsu liðunum hava aloftast sína fatan av avrikinum hjá dómarunum, og hetta kann avleiða ymsar viðmerkingar.
- Sagt verður ofta, at vit eru ov fáir dómarar í Føroyum, men tað haldi eg slettis ikki. Trupulleikin er heldur, at flestu dómararnir standa uttan fyri vøllin!
- Tað kann sjávlandi geva trupulleikar, men tað var nú ikki tað, sum eg merkti best fyrstu tíðina. Heldur var tað so, at flestu spælararnir vóru eldri enn eg, og tí kundi tað vera trupult at fáa teir at góðtaka mín autoritet. Tann parturin haldi eg nú sjálvur hevur loyst seg, so hvørt sum eg eri vorðin eldri.
- Men tað er nú einaferð so, at fokus fyri tað nógva er á teimum mistøkum, sum verða gjørd. Og tey verða jú gjørd, tí vit dómarar eru bara menniskju. Í so máta kann kappingin býtast í tríggjar partar, har serstakliga seinasti triðingurin er harður. Tey mistøk, sum tú kanska sleppur »ókeypis« frá fyrsta partin av kappingini, verða av álvara drigin fram, tá kappingarendin nærkast. Tað er jú so, at eitt kolldømt mál kann vera munurin, sum ger, at eitt felag flytur niður, ella hvør fær UEFA-milliónirnar fyri meistaraheitið, so har stendur nógv upp á spæl.
- Tí ræður eisini um at skilja millum kritikkin, sum kemur. Tú skalt hugsa um, at ein spælari, sum rennur ímóti tær eftir dystin, hevur ein puls upp ímóti teimum 200. Hevur liðið tapt, so er dómarin aloftast tann nærmasti at fáa skuldina, og tí skulu tær útsagnir, sum tá kunnu koma, aloftast ikki takast sum meira enn frustratiónir – og teimum má spælarin fáa luft fyri. Samstundis sigur tað seg tó sjálvt, at eitt mark má vera, tí eg tími nú heldur ikki at fáa allar lortaspannir oman yvir meg.
Friður á gerandisdegnum
Tú skuldi kanska trúð, at ein personur, sum er somikið almennur hvønn sunnudag, eisini ofta stendur fyri skotum hinar seks dagarnar um vikuna, men hetta sigur Eiler seg kenna millum lítið og einki til.
- Eg komi í samband við nógv fólk í Sparikassanum. Og hava hesi áhuga fyri fótbólti, so kemur samrøðan ofta inn á tað evnið. Men eg haldi meg kunna siga, at eg so gott sum onga keðiliga uppliving havi havt í so máta. Tað er so ongan tíð komið fyri, at fólk hava vavt arbeiðið og dómaragerningin hjá mær saman, og tað kann eg bara fegnast um. Tað eru jú eisini dømi, har dómarar hava fingið keðilig sms-boð og teldurbøv, og tá kann stuttleikin hvørva. Og tað er jú fyrst og fremst hesin, sum er drívmegin.
- Og so er stuðulin frá heimafrontinum jú eisini avgerandi fyri møguleikanum at døma. Sum dómari byrji eg at venja fýra ferðir um vikuna í januar mánaði, og tað heldur fram til oktober. Samstundis eri eg heimaífrá mest sum hvønn sunnudag, sum annars er tann vanligi “familjudagurin” í Føroyum. At hetta verður góðtikið, er ein fortreyt fyri at kunna døma, og eg trúgvi ikki, at tað hevði verið eins lætt, um eg dag og dagliga varð fyri atfinningum fyri míni avrik.









