Tóm parkeringspláss við flogvøllin

Starvsfólk á flogvøllini hava trupulleikar av at sleppa av við bilarnar í arbeiðstíðini, hóast parkeringsplássini framman fyri terminalin standa tóm stóran part av degnum

Tað eru framvegis fólk, ið ikki vilja gjalda fyri at fáa bilin ansaðan, meðan tey eru uttanlands og tí seta hann á tey plássini, ið annars eru ætlað starvsfólkunum á flogvøllinum.
Parkeringsviðurskiftini uttan fyri terminalin á flogvøllinum hava verið vánalig. Men nú er vaktarhald við langtíðarparkeringsplássini, sum virkar væl. Eisini er tíðaravmarking sett á plássini framman fyri terminalinum, og tað ger, at tað altíð ber til at sleppa av við bilin, um tú hevur einihvørji ørindi á flogvøllinum. Avmarkingin er tveir tímar.
Men so eru tað summi fólk, sum eftir øllum at døma halda tað vera ov nógv at gjalda eina lítla upphædd um dagin fyri at hava bilin undir forsvarligum eftirliti, meðan tey eru uttanlands.
Tey seta so bilarnar aðrastaðni. Og fleiri teirra velja at seta sínar bilar oman fyri farmaterminalin, har starvsfólkini á flogvøllinum annars hava sínar bilar standandi.
Úrslitið er so, at starvsfólkini noyðast at parkera aðrastaðni og tískil renna út í tíð og úrtíð at flyta bilar og parkeringsskivur.
Tað er órógvandi og irriterandi, siga fólk, sum arbeiða hjá ymsu fyritøkunum, sum halda til á flogvøllinum.
Tað er landsverkfrøðingurin, sum hevur ábyrgd av parkeringsplássunum uttan fyri terminalin á flogvøllinum.
Oyvindur Brimnes, landsverkførðingur, sigur, at honum kunnugt, virkar ansingin væl, eins og hann eisini hevur skilt, at tíðaravmarkaða parkeringin framman fyri terminalinum hevur havt ætlaðu ávirkanina.
Um parkeringina við farmaterminalin sigur hanns stutt og greitt, at bilar, sum ikki hava ørindi har, eiga ikki at vera har. Skelti er sett upp við innkoyringa tann vegin, sum sigur frá, at bert er loyvt teimum, sum hava ørindi á økinum, at koyra inn hagar.
Landsverkfrøðingurin sigur, at tað økið hevur landsverkførðingurin avtalað við flogvallarleiðsluna at umsita.
Tað eydnaðist ikki at fáa orð á flogvallarovastan, áðrenn blaðið fór til prentingar.