Tóm kensla í báðum legunum

B68 ?GÍ 2-2 (1-1):

Álopshugaðu gøtumenninir løgdu bragdliga fyri, men í løtum vóru teir so mikið kroystir, at toftamenn væl og virðiliga høvdu uppiborið at fáa eitt stig

 

fótbóltur

Úrslitið í oyggjauppgerðini á Svangaskarði var 2?2. Tað var hvørgin parturin nøgdur við. GÍ misti møguleikan at vinna gull, og B68 megnaði ikki at fáa so mikið burturúr, at teir kundu sletta vágbingar av sær í kappingini um bronsukrónurnar.

Áskoðararnir kundu í dýrdarveðrinum vera væl nøgdir. Kanska høvdu teir ikki verið vitni til mest poleraða fótbóltsspælið, sum hevur verið at sæð í summar. Men teir høvdu verið vitni til høga ferð og spentar støður í báðum endum, og so kundu legurnar báðar skiftast um at fegnast um málini.


Málini

GÍ kom á odda, tá bara fýra minuttir vóru farnir. Poul Henning Jacobsen, sum var kærkomin endurkomin arbeiðsmegi á miðvøllinum ? gøtumenn saknaðu hann nógv ímóti NSÍ ? potaði til Henning Jarnskor, sum av baklinjuni í vinstru legði flatt og hálvkiksað innfyri. Men bólturin slapp at trilla mitt innfyri málið, har arbeiðssami og altíð vandamikli toppskjúttin Helgi L. Petersen var fyrstur á og stýrdi kúluni í kassan. Harvið hevði hann tryggað sær at skora í hvussu so er eitt mál í miðal fyri allar átjan landskappingardystirnar ? sjálvt um honum ikki skuldi eydnast at skora í síðsta umfarinum.

B68 svaraði aftur dygst undan hvíldini. Eftir eitt av ikki nógvum gjøgnumbrotum í vinstru, royndi John Heri Dam ? stóð ikki so sterkur í myndini hesa ferð, sum hann hevur gjørt síðani summarsteðgin ? at senda innfyri. Bartal Eliassen tóktist hava gloymt, at tað framvegis var fótbóltur og ikki flogbóltur, sum tað snúði seg um. Í hvussu so er pareraði hann við arminum, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki.

Súni Fríði Johannesen plagar at vera fastur skjútti úr ellivu metrum hjá B68. Hesa ferð peikaði hann á liðformannin. Fróði Benjaminsen, sum aftur hesa ferð var sera eyðsýndur á miðvøllinum, takkaði fyri, tá hann sendi Hallur Hansen, sum aftur hesa ferð vísti, hvussu væl hann dugur at lesa spælið, í annað borðið og trillaði bóltin inn við stólpanum hinumegin. Harvið lyfti Fróði seg framum Súna Fríða sum besti B68 málskjúttin.

GÍ kom framum aftur eitt gott korter inn í 2. hálvleik. Óli Hansen, sum Messias støðugt hevði stórar trupulleikar av, var púra leysur, tá hann stútaði frísparksinnlegg úr høgru frá Janik í kassan.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki royndi B68 at spenna álopsbogan. Marcello, sum sammett við í fjør hevur staðið sera veikur í ár, kom inn, og hann hevði bara verið lítla løtu á vøllinum, tá hann javnaði. Eftir innlegg úr vinstru, endaði bólturin hjá Marlon Jorge (stóð sterkur í myndini). Marlon lyfti afturum seg sjálvan til púra leysa Marcello, sum úr stuttari fjarstøðu og eitt sindur til høgru sendi flatt í handara síðunetið. So var orduligur sambadansur, og tað var um reppið, at brasiliumenninir fóru uppfrá. Men saksisparkið hjá Marcello endaði væl omanfyri málið.


Ovurfólkað á miðvøllinum

Serliga í 1. hálvleiki var talan um nógv aftur og fram, uttan at tað eydnaðist at fáa rættuligt tak á spælinum. Tað var ógvuliga trongt á miðvøllinum, og fyrstu løtuna tóktist tað, sum um gøtumenn vóru yvirmannaðir bæði í verjuni og álopinum.

B68 byrjaði við bara Súna Fríða Johannesen á toppinum. Ætlanin tóktist vera, at ein av miðvallarunum og so John Heri Dam í vinstru og Arnold Joensen í høgru skuldu vera skjótir fram. Hetta eydnaðist bara partvís. Høgra síðan ? Marlon Jorge og Arnold Joensen ? riggaði væl, men trupulleikin var, at Súni Fríði Johannesen so at siga hvørja ferð hevði tríggjar ella fýra gøtumenn kring seg, tá innleggini komu.

GÍ kundi havt lagt seg avgerandi framum tíðliga. Tað var óneyðugt at hava tríggjar í miðverjuni, og tí smoygdi Leivur Hansen sær ofta fram í álopið. Eingin ansaði honum, og tvær ferðir hevði hann eftir innlegg úr høgru sera góðar møguleikar at gera mál, men royndirnar vóru ikki nóg neyvar.

Toftamenn justeraðu, og Súni Fríði Johannesen átti at havt javnað á hálva tímanum. Eftir mynding av álopi úr verjuni og fram í vinstru, fór skrábólturin frá Jákupi Eli Olsen upp um verjuna. Álopsmaðurin tamdi átta metrar úr málinum, men skotið rakti í Henning Jarnskor, sum lá á válinum.

Tá GÍ kom framum 2?1, var tað eftir at B68 í góða løtu hevði havt støðugt trýst. Spælbýtið javnaði seg eftir GÍ leiðslumálið, og tá B68 hevði javnað, var tað hellt stuttligt, tí tá vildu báðir partar hava sigursmálið, og so løgdu teir ikki so nógv í at verja.


Dysturin í tølum

B68-GÍ 2-2 (1-1)

0-1: Helgi L. Petersen 4

1-1: Fróði Benjaminsen (br.) 44

1-2: Óli Hansen 61

2-2: ?Marcello? Marcelino 75

Dómari: Lassin Isaksen (KÍ)


B68: Kjartan Nesá ? Oleif Joensen, Hans Fróði Hansen, Messias Perreira ? Arnold Joensen, Marlon Jorge, Fróði Benjaminsen, Jan C. Dam, Jákup Eli Olsen, John Heri Dam ? Súni Fríði Johannesen

GÍ: Hallur Hansen ? Leivur Hansen, Bartal Eliassen, Poul Ennigarð ? Áslakur R. Petersen, Magni Jarnskor, Poul Henning Jacobsen, Zdzislaw Janik, Henning Jarnskor ? Helgi L. Petersen, Óli Hansen