Nógv kømur standa tóm á gistingarhúsunum um veturin. Serliga í desember, januar og februar mánaði er áhugin lítil hjá útlendingum at ferðast til Føroya.
Sølustjórin á Hotel Føroyum, Jóhanna Rasmussen, sigur seg ikki hava nakað ítøkiligt boð uppá, hvussu tað skal eydnast at fáa fleiri ferðafólk til Føroya í vetrarhálvuni. Men tað er eitt krav, at tey sleppa at uppliva okkurt, meðan tey eru her.
- Tað er givið, at ferðafólkini koma ikki her bara fyri at flúgva ella sigla til Føroya og sova her. Tey mugu eisini uppliva okkurt. Tað setur krøv til eitt nú matstovuvinnuna, sum má hava okkurt áhugavert at bjóða teimum. Og eisini til tey, sum skipa fyri túrum. Eitt nú gongutúrum, siglitúrum og ríðitúrum, sum væl bera til, sjálvt um tað er kalt. Tíbetur eru tað eisini fleiri, sum skipa fyri túrum alt árið, so vit eru væl á veg, sigur sølustjórin á Hotel Føroyum.
Jógvan Breckmann á Hotel Havn heldur eisini, at høvuðsorsøkin til, at ferðafólkini eru so fá í tali um veturin, er, at tað eru ov fá tilboð til tey ta árstíðina. Tilboðini um útferðir og túrar eru nógv summarmánaðirnar, men tey eru sera avmarkað um veturin, sigur hann.
Rósa Maria Restorff, F&B Manager á Hotel Hafnia, sigur seg rokna við, at tað fer at bera til at fáa fleiri ferðafólk til Føroya um veturin, men hon væntar ikki, at tey verða eins nógv í tali og um summarið.