Tólv dystir leikbann til Barton

Joey Barton hevur fingið leikbann í tólv dystir fyri fyri hendingina í dystinum móti Manchester City á seinasta leikdegnum í Premier League. QPR umhugsar nú sambært bretskum miðlum at antin geva honum sekkin ella selja hann.

 

Joey Barton hevur altíð verið ein umstríddur harri og tað var einki undantak, tá Manchester City í seinastu sekundinum í seinasta leikdegnum knúgvði QPR á Etihad Stadium. Miðskeiðis í seinna hálvleiki sendi hann albogan í høvdið á Carlos Tevez. Hetta sá hjálpardómarin og so fekk liðskiparin reyða kortið. Síðani rendi hann knæið í Sergio Aguero og tóktist vilja stúta Vincent Kompany.

 

Enska fótbóltssambandið hevur nú givið honum leikbann í tólv dystir. Hann fær tríggjar fyri sjálva reyða kortið. Ein tí tað er næsta reyða kortið hetta kappingarárið. Fýra fyri at renna knæið í Sergio Aguero og fýra fyri at royna at stúta Vincent Kompany. Tann seinasta partin vildi Joey Barton ikki kenna seg sekan í, men fótbóltssambandið metti at tað var hann.

 

Joey Barton hevur eisini fingið eina bót á áleið 750.000,- krónur.

 

Bretskir fjølmiðar sum eitt nú BBC skriva eisini, at framtíðin hjá Joey Barton sum spælari hjá QPR er í vanda. Tony Fernandes, nevndarformaður í QPR, sigur at teir ikki vilja úttala seg um sakina fyrr enn ein innanhýsis kanning er gjørd.

 

Joey Barton er 29-ára gamal og hevur fleiri ferðir fyrr verið í trupulleikum. Millum annað hevur hann siti inn fyri harðskap og hevur fingið fleiri leikbann og bøtur fyri vánaligan atburð og harðskap.