Tólv bilførarar endaðu í bókini hjá løgregluni

Í nátt hevur løgreglan gjørt ferðslukanningar ymsastaðni á meginøkinum. Og úrslitið av tí var, at 12 bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra alt ov skjótt  

 

Av teimum 12 bilførarunum fingu teir 11 klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt. Níggju av teimum koyrdu í bygdum øki. Í bygum øki er loyvt at koyra 50, so hesir koyrdu allir ímillum 21 og 30 kilometrar um tíman skjótari enn tað.

Og so vóru tað tveir bilførarar, sum koyrdu 109 kilometrar um tíman, har teir hava loyvi at koyra 80.

 

Harumframt varð ein bilførari tikin fyri at koyra 120 kilometrar um tíman, har hann hevði loyvi at koyra 80, og sostatt hann missur sostatt koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann má taka koyrikortið av nýggjum, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann koyrikortið heilt. Men hevði hann havt koyrt ein kilometur skjótari um tíman, hevði hann mist koyrikiortið treytaleyst.

 

Allir bilførararnir fáa eisini eina bót afturat klippinum. Og afturat hesum varð ein bilførari tikin fyri at tosa í handhildnari fartelefon og tað fær hann 1000 krónur bót fyri.

 

Fær bilførari trý klipp í koyrikortið upp á trý ár, má hann taka koyrikortið av nýggjum. Men hevur ein bilførari havt sítt fyrsta koyrikort í styttri enn trý ár, skulu bara tvey klipp til, so má hann taka koyrikortið av nýggjum