Tá lobbyistarnir taka sær valdið

Opin lobbyisma er góð og hoyrir heima í einum fólkaræði. Vandin er, tá lobbyistarnir fara eftir sjálvum valdinum. Hetta hendir í stóran mun í Føroyum, har gráar elitur hava valdið í almennum partafeløgum, heldur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur.

Í øllum londum, ið hava umboðandi fólkaræði – fólkavald umboð í lóggevandi parlamentum – sum stýrisgrundarlag, er ávirkan og trýst frá áhugabólkum av øllum handa slag á poltisku skipanina ein avleiðing, ið ikki slepst undan.
Soleiðis var við senatinum í gamla Rom, og soleiðis er í demokratisku londunum í dag.
Lobbyismu kalla vit fyribrigdið, og hon hevur nógv andlit.
Eisini í Føroyum spælir lobbyisma ein stóran leiklut bæði í landspolitikki og kommunalpolitikki, og ávirkanin økist, tí áhugabólkarnir styrkjast støðugt.

Gott og ringt
Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, skilir millum lobbyismu, sum er annaðhvørt góð ella ring fyri fólkaræðið.
- Tað er fínasta slag, at bólkar royna at ávirka politisku skipanina, so leingi alt gongur opið fyri seg og tolir dagsins ljós. Tað er bara sunt og tekin um eitt virkið fólkaræði. Eg tosaði einaferð við ein norskan stórtingslim, sum segði, at hann kundi ikki vera lobbyistarnar fyri uttan. Tí hann fekk virðismikla informasjón frá teimum, ið hann ikki fekk aðrastaðir. Sjálvandi væntar lobbyisturin í sínum lagi so at fáa okkurt afturfyri. Men tað er í lagi, sigur Jógvan Mørkøre.
Um aktuella stríðið hjá LGBT fyri borgarligum hjúnaløgum sigur hann:
- Tey gera ikki annað enn so mong onnur undan teimum, til dømis kvinnurnar, sum hava fingið staðfest síni rættindi við lóg og fingið viðurkenning løgtingsins við millum annað Demokratia.

Gráar elitur
Hann sær átøkini hjá LGBT og øðrum sterkum felagsskapum, eisini vinnuligum áhugabólkum, ið spæla við opnum kortum, sum sunt og gott lobbyarbeiði, men heldur hinvegin, at vit eru á vandakós, tá lobbyistar ella persónar við seráhugamálum beinleiðis taka sær vald ella fáa vald afturfyri loyalitet.
Hetta sæst í summum almennum partafeløgum, har valdið er ein greytur av politiskum klassa og teknokratum. Handgingin fólk verða síðani tikin upp í valdsnótina úr vinnulívi og summum fakfelagsleiðslum.
- Lobbyistar møta vanliga upp í korridorunum ella gongini í Tinghúsinum og sjálvum tingsalinum í fullum dagsljósi og føra seg fram í almenna rúminum parallelt við sínum korridorpolitikki. Men tey fólkini, eg sipi til, taka sær vald umvegis umsitandi valdið og virka í tí fjalda, sigur Jógvan Mørkøre.
Hann sipar til almenn partafeløg, har landsstýrið stendur sum annaðhvørt einsamallur eigari ella sum meirilutaeigari.
- Eg ivist í, um vanligu lobbyistarnir hava stórvegis at skula sagt har. Heldur merkir tú ørkymlan teirra millum, bæði tá ið talan er um vinnusíðuna og um fakfelagssíðuna. Her stýrir ein grá elita, og ásin í hesum netverki er landsstýrið og embætisverk og so nøkur handgingin fólk úr vinnu- og fakfelagsleiðslum, sigur Jógvan Mørkøre.
Sjálvur kennir hann trupulleikan innanífrá. Hann er nevniliga fyrrverandi formaður í Ognarfelagnum Lív. Hann segði formanssessin frá sær í apríl. Frammanundan hevði hann frá 2006 til 2012 eisini sitið í nevndini í almenna partafelagnum, sum eigur Lív.

Myrkaspæl
Lív hevur frá byrjan av verið tætt knýtt at verkætlanini Skálafjarðartunnilin, sum nú er endað í einum stórum ruðuleika. Málið byrjaði við, at ein lokal lobby á Skálafjørðinum fekk drigið Lív upp í verkætlanina, so tryggingarfelagið kom at standa sum eigari av helvtini. Lív var tá eins og nú alment partafelag, so tað má hava verið við vælsignilsi frá landsstýrismanninum í vinnumálum, at hetta hendi. Í vár keypti Lív helvtina hjá Eik Banka og fór inn í eitt samstarv við nógv umrødda danska felagið CIP. Um nevndarlimir og stjóri í Lív sjálvi hava tikið stig til hetta, uttan at boð eru komin um tað frá landsstýrismanninum, man vera ivasamt. Men eftir stendur, at ongin kennir til innihaldið í avtaluni millum Lív og CIP, hvørki almenningur ella tryggingartakararnir í Lív.
Alt hetta hendir, meðan stór fakfeløg, sum annars skulu eitast at vera aktivir loybbyistar fyri gjøgnumskygni og fyri at verja pengarnar hjá teirra limum, royna at keypa helvtina av Lív. Fakfeløgini eru væl og virðiliga vavd inn í eitt myrkaspæl, sum limirnir ongan kjans hava at gjøgnumskoða
- Tað er negativ lobbyisma, tá ið politikarin endar í lummanum á onkrum, ið letur honum ella henni pening. Til dømis til valstríð, sum okkurt bendir á hevur hug at vinda uppá seg her heima. Ella við beinleiðis korrupsjón, sum vit tó tíbetur ikki hava fingið inn í okkara politisku mentan enn. Men við gráu elituni er tað øvugt, tí her er eru fólk úr vinnu- og fakfelagsleiðslum í lummanum á politikarum og embætisfólki í miðfyrisitingini. Gjaldið er nevndarsessir við tí, sum fylgir við av pengum og valdi, sigur Jógvan Mørkøre.