Dagurin í dag ? 21. mars - verður róptur várjavndøgur. Langifríggjadagur er, og páskini eru í hondum. Fyri hvønn dag, ið gongur, kemur sólin hægri upp á luftina Jørðin gerst heitari, og í moldini byrjar at næla. Fuglarnir, sum hava verið burturi, meðan vetur var, leita hendan vegin aftur, og teir fyrstu taka bergið.
Í morgun lá hitin um frostmarkið, men nú er so smátt farið at tiðna aftur. Kavi liggur í fjøllunum og í støðum á vegunum, men skjótt verður jørðin ov heit til kavan.
Og tó.
Søgan sigur okkum, at enn kann kavi leggjast og enntá stórkavi.
Várið ber boð um lívið, og tað gera páskirnar eisini.
Í gamlari tíð vóru nógvir skaðadagar um várarnar, tá ið skip og bátar gingu burtur. Heilar bygdir vórðu raktar av skipsbrotum, og ein tann herviligasta var vanlukkan í 1932, tá ið vágssluppirnar, Immanuel og Laura, gingu burtur við 38 monnum.
Nú sólin leitar sær upp á himmalin, skulu vit hyggja at ljósinum ? og ikki myrkinum. Tað hava vit øll brúk fyri eftir langan vetur.
Sum dagarnir ganga, gerst náttin styttri og dagurin longri, og várjavndøgur er júst dagurin, tá ið nátt og dagur eru líka long.