Tølini tala fyri seg

Eg haldi, at ein og hvør, ið bara hevur eitt sindur av fíggjarligum skili, eigur at síggja á tølinum, at komunan er fíggjarliga elendiga stýrd av samgonguni í Tórshavnar komunu (Tjóveldi og Javnaðarflokkinum)

Raksturin er farin úr 312 mió. kr. í 2004 til 485 mió. kr í 2008. Ein øking við 173 mió. Kr. Heili 55% uppá bert 4 ár.

Um hettar var í einari privatari fyritøku, hevði øll leiðslan verið koyrd til hús.

Alt hetta óskilið ger, at komunan kemur at hava trupuleikar at gera neyðugar íløgur í framtíðuni.

Tjóveldi fór til síðsta val við slagorðum sum álit, gjøgnumskygni, opinleiki og mangt annað slíkt. Nú fýra ár seinri kunnu vit bara ásanna, at ongantíð hevur meira skuggaskotspolitikkur verið førdur av Vaglinum sum nú, og ongantíð áður hevur borgarin havt so ilt við at fáa nakran dialog við kommununa.