Sammett við restina av landinum er vøksturin í skattainntøkunum í Suðuroy lágur.
Í fýra av teimum sjey kommununum í Suðuroy vóru fyribils skattainntøkurnar fyrstu níggju mánaðirnar í ár lægri, enn tær vóru somu mánaðir í fjør:
Í Hvalbiar kommunu var inntøkan 392.725 krónur lægri, enn hon var í fjør. Tað svarar til -2,36 prosent.
Í Fámjins kommunu var inntøkan 158.511 krónur lægri, enn hon var í fjør. Tað svarar til -7,85 prosent.
Í Hovs kommunu var inntøkan 62.895 krónur lægri, enn hon var í fjør. Tað svarar til -2,68 prosent.
Í Porkeris kommunu var inntøkan 330.008 krónur lægri, enn hon var í fjør. Tað svarar til -4,91 prosent.
Í trimum kommunum var inntøkan hægri fyrstu trý fjórðingsárini, enn hon var sama tíðarskeið í fjør:
Í Tvøroyrar kommunu var inntøkan 1.157.896 krónur hægri, enn hon var í fjør. Tað svarar til +2,74 prosent.
Í Vágs kommunu var inntøkan 595.378 krónur hægri, enn hon var í fjør. Tað svarar til +1,91 prosent.
Í Sumbiar kommunu var inntøkan 271.716 krónur hægri, enn hon var í fjør. Tað svarar til +4,04 prosent.
Miðal vøksturin í øllum kommununum var fyrstu níggju mánaðirnar í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør +6,38 prosent.
Fólkatalið í Suðuroy var á nýggjárinum 2016 4.576.
Fólkatalið í Suðuroy var fyrsta september 2016 4.588.
Fólkatalið í Suðuroy var á nýggjárinum 2017 4.611.
Fólkatalið í Suðuroy var fyrsta september 2017 4.626.