Tá lívið gerst ov tungt

- Felagsskapurin ella samveran millum menniskju er sum eitt bál. Gloyma vit at koyra meiri brenni á bálið, gerst tað ov lítið, og tá doyggja tey í aftastu røð av kulda, sigur føroyski sálarlæknin August Gabriel Wang, sum dagliga starvast í Keypmannahavn. Í 1996 gav hann út doktararitgerð um sjálvmorðsatferð í Føroyum, og í viðtalu greiðir sálarlæknin frá fyribrigdinum sjálvmorði og dagliga terapeutiska arbeiði sínum við sjúklingum, sum hava roynt at taka lívið av sær

August Gabriel Wang var fyrsti føroyingurin, sum fór undir slóðbrótandi granskingararbeiði um sjálvmorð og sjálvmorðsatferð í Føroyum við eini doktararitgerð sum úrsliti. Saman við hesum hevur hitt høvuðsøki sálarlæknans verið granskingararbeiði á genetiska økinum, og í løtuni eru hann og arbeiðsfelagar komnir hálva leið í stórari granskingarverkætlan um uppruna føroyinga. Eisini granskar August dagliga sálarsjúkur og annan genetik.
August Wang er ættaður úr Kaldbak, og seinastu mongu árini hevur hann starvast sum sálarlækni í Odense og Keypmannahavn. Eftir uppihald á kommunuhospitali og ríkissjúkrahúsinum starvast sálarlæknin í dag á spildurnýggjum sjúkrahúsi á Amager, sum sambært honum er ein dreymur fyri ein yvirlækna viðvíkjandi arbeiðsumstøðum og møguleikum.

Áhugin vaktur
August Wang hevur júst vitjað í Føroyum, og eftir avtalu er sálarlæknin úr Kaldbak til reiðar at siga føroyingum nakað um sítt yrki. Við støði í gransking hansara um sjálvmorð arbeiðir hann í løtuni við sálarsjúklingum, ið hava roynt at beina fyri sær sjálvum. Ein gerandisdagur saman við gloymdum sálarsjúklingum, men eisini ein gerandisdagur við langsiktaðum genetiskum granskingararbeiði. Spurdur, hví hann fór í holt við eitt so kensluborið og viðkvæmt evni sum sjálvmorðsatferð í Føroyum, fer August Wang at greiða frá.
- Fyribrigdið sjálvmorð øktist í 70-unum og 80-unum kring allan vesturheimin, og tað var eitt ógvuliga aktuelt evnið í læknaheiminum tá. Eg fann útav, at fá sjálvmorð fóru fram í Føroyum samanborið við umheimin, og eg fekk hug at lýsa sjálvmorðstrupulleikan í einum lítlum samfelagi, har fá sjálvmorð vóru, sigur August Wang. Á henda hátt sigur hann, at hann fór mótsattan veg, enn ein vanligur lækni ger.
- Tá eitt evni skal kannast, verður vanliga farið at granska í økjum, har viðkomandi evni er sjónligt og í stórum tali. T.d. hevði verið vanligari, at eg fór at granska sjálvmorðsatferð í Grønlandi, sum hevur heimsmet í sjálvmorðstilburðum, sigur August.Sambært hagtølunum eru millum eingir og fýra sjálvmorðstilburðir í Føroyum um árið, og fara vit til grannar okkara í Grønlandi, er talið kanska tað sama um mánaðin.
- Eg setti mær fyri at kanna bakgrundina fyri sjálvmorði og sjálvmorðsatferð í Føroyum, hvørji fólk talan var um, um nøkur eyðkenni ella serlig viðurskifti gjørdu seg galdandi o.s.fr., sigur August Wang.

Akulturalisering
Í 1996 var nóg mikið tilfar savnað saman til, at doktararitgerð um sjálvmorðsatferð í Føroyum kundi gevast út, og niðurstøðurnar vóru í trimum: 1) Tað fór ein munandi øking fram í áttatiárunum. 2) Menn gera oftari sjálvmorð. 3) Sjálvmorðsatferð er nógv sjónligast í Havnini. Umframt hetta greiðir sálarlæknin frá, at hann býtti upp í tríggjar høvuðsbólkar : 1) Staðfest sálarsjúk fólk. 2) Ikki staðfest sálarsjúk fólk. 3) Alkoholmisnýtarar.
Sálarlæknin hevur higartil verið sera varin at geva einføld, svørt-hvít, ja-nei svar, og heldur hann seg aftur við kategoriskum og absoluttum útsøgnum. Men August hevur sínar hugsanir um møguligar orsøkir til sjálvmorðini í hvørjum einstøkum bólki, hóast hann leggur dent á, at hetta er og fer at vera gitingar og teoriir.
- Tað var sjónligt, at ein høvuðsbólkur var raktur av alkoholmisnýtslu í sjálvmorðsøkingini í áttatiárunum, og alkoholliberaliseringarnar í Føroyum vóru júst farnar fram nøkur ár frammanundan. Fleiri íbúgvar gjørdust misnýtarar í hesi yvirgongdini enn áður, og tað hevur helst havt sína ávirkan á sjálvmorðsøkingina í hesum tíðarskeiði, sigur August. Tá liberaliseringar í føroyska alkoholpolitikkinum fóru fram í sjeytiárunum, vaks ølnýtslan upp ímóti níggju litrum per íbúgva um árið.
Umframt alkoholmisnýtslu hevur August sínar hugsanir um aðrar orsøkir til sjálvmorðsvøksturin seinast í undanfarnu øld.
- Í sjeyti- og áttatiárunum fóru stórar broytingar fram viðvíkjandi familjubygnaðinum. Siðvanda familjumynstrið var í ein mun í upploysn og merkt av ótryggleika, og henda yvirgongdin var helst atvoldin til trupulleikar fyri fleiri. Í dag eru óstøðug familjuviðurskifti meira vorðin ein samfelagsnormur, men í hesi yvirgongd hevur tað verið torført fyri mong børn og ung, og avleiðingarnar eru síðani komnar seinni, vísir August á. Sálarlæknin sigur, at henda akulturalisering (tá farið verður frá siðbundnari mentan) hevur sett síni spor bæði í Føroyum og Grønlandi viðvíkjandi øking í sjálvmorðstilburðum.
Umframt alkoholliberaliseringina og akulturaliseringina hevur August hug at gera sær sínar hugsanir um, hví nógv flestu sjálvmorð verða framd í Havn. August sigur, at hagtølini í øllum londum vísa, at flestu sjálvmorðini fara fram í stórum milliónabýum, men hann hevði ikki væntað at síggja sama rák so sjónligt í Føroyum, av tí at stórbýarmentanin ikki eksisterar í lítla føroyska samfelagnum.
- Men tað vísir seg, at vit eisini hava eina relativa stórbýarmentan í Føroyum við somu eyðkennum, og einsemi og anonymitetur hevur góð gróðrarlíkindi í fólkaríkaru økjunum, sigur August. Spurdur, um urbaniseringin (fólkaflyting úr bygd í bý) og sentraliseringin møguliga eru við at skapa hesar trupulleikar í Føroyum, heldur August, at tað møguliga er eitt svar.
- Tað er áhugavert at síggja, at ikki bara í London og New York eru fleiri sjálvmorð enn í útjaðaranum, men eisini í Havn samanborið við smærru føroysku bygdirnar, sigur August Wang. Hann greiðir frá, at tað ikki er stuttligt at hava trupulleikar og vera øðrvísi í lítlari bygd, og tí flyta fleiri sálarsjúk eisini til býin at leita sær skjól undan tætta samskiftinum í bygdasamfeløgum.
Niðurstøðan fyri sjálvmorðsatferð í Føroyum tykist vera, at upploysingarrákið og vaksandi alkoholmisnýtsla hava verið orsøkir til vøksturin, og at sjálvmorðsatferð av áðurnevndu orsøkum trívist betri í fólkaríkaru økjunum.

Anomi
Kendi franski sosiologurin Émile Durkheim skrivaði í 1897 eitt slóðbrótandi verk um sjálvmorð, og við íblástri haðani greiðir August Wang frá, at áðurnevndu upploysingartendensir møguliga eru vanligasta orsøk til sjálvmorð. Durkheim nevnir hetta "anomiska sjálvmorðið" (nomos merkir lóg, anomi merkir upploysn av lógum). August vísir til Durkheim, sum heldur, at felagsskapurin ella samveran er tað týdningarmiklasta av øllum, og at upploysnin av samveru er vanligasta orsøkin til sjálvmorð.
- Felagsskapurin millum menniskju er sum eitt bál. Gloyma vit støðugt at koyra meiri brenni á bálið, gerst bálið ov lítið, og tá forkomast tey í aftastu røð av kulda, siterar August áðurnevnda sosiologin. Í staðin eigur málið at vera, at bálið skal vera so stórt sum gjørligt, so flest møgulig fáa gleði av hitanum. Tað ideella er sjálvsagt, at samveran skal vera so sterk, at øll kunnu sita í fremstu røð kring bálið og hitan, sigur August Wang.
August heldur, at bálið tíverri mangan er ov lítið orsakað av sosialari upploysn (anomi), og vegna vantandi felagsskapin velja nøkur í kuldanum anomiska sjálvmorðið.
Ein orsøk til, at tað eru relativt fá sjálvmorð í Føroyum, er sambært Augusti, at upploysnin tó ikki hevur vunnið frama í eins stóran mun og aðrastaðni, hóast hon eisini hevur ávirkað føroysku sjálvmorðshagtølini. Føroyingar hava samanborið við onnur lond hildið fast um familjusiðvenjuna, og við dominerandi átrúnaðarliga lívsháttinum eru samleikin og sosialu bondini sterk í Føroyum.
- Hagtølini vísa, at nógv færri sjálvmorð fara fram í katólska heiminum, har familjuligi og átrúnaðarligi felagsskapurin hevur við sær sterkar sosialar eindir, meðan protestantiski heimurin við fleiri sjálvmorðum er meiri eyðkendur av avtraditionalisering og anomi, sigur sálarlæknin.
August leggur tó dent á, at konservativa siðvenjan als ikki nýtist at vera betri, hóast færri sjálvmorð eru í hesum samfeløgum, tí slík samfeløg hava eisini lyndi til at detta í aðrar gravir, t.d. tá átrúnaðarligi myndugleikin skal avgera alt og øll bert fylgja við hesi eindini.
- Hóast eindin og felagsskapurin eru týdningarmikil mótvegis upploysn, er samfelagsligur útviklingur nakað, vit ikki kunnu stýra, og vit eiga heldur ikki at avbyrgja okkum í sterkum eindum, sum t.d. Norðurkorea hevur gjørt, sigur August. Sálarlæknin heldur, at mong samfeløg við lágum sjálvmorðstali eisini eru tilafturskomin uttan framburð og nýhugsan, og mest sosialt integreraðu samfeløgini hava ofta minst framburð. Tí kann talið av sjálvmorðum ikki nýtast einsamalt sum mátistokkur fyri samfelagsligari góðsku, men hann metir ikki, at føroyska konservatisman er endað í hesum.
- Eg vil við øllum hesum hugsanum um siðvenju mótvegis anomi bert undirstrika, at vit í samfelagsligu innrættan okkara eiga at hugsa um tey, sum av eini ella aðrari orsøk sita ytst við bálið, t.d. tey sálarsjúku, sigur August Wang.

Tá deyðin vitjar
Sostatt kemur sálarlæknin inn á evnið um umstøður teirra sálarsjúku í Føroyum. Spurningurin er, í hvørji røð tey sita kring lívgevandi hitan frá bálinum, og her hevur August greiðar, syrgiligar eygleiðingar.
- Sálarsjúkir føroyingar hava í dag út av lagi vánaligar sømdir, og síðani alt sálarøkið seinast í sekstiárunum varð flutt til Føroya við nýmótans og góðum umstøðum, er lítið gjørt, sigur August Wang. Hann vísir við hesum útsagnum á, at bálið er ov lítið til tey veikastu, tí tey ikki fáa lut í vælferðartænastunum, og hetta er sálarlæknin harmur um.
Umframt at granska starvast August í løtuni dagliga sum sálarterapeutur hjá sjúklingum, ið hava roynt at taka lívið av sær, har hetta tó ikki hevur eydnast.
- Ein verkætlan fer í løtuni fram við viðgerð, uppfylging og tilboðum til hesi fólkini, men í Føroyum eru ongar tænastur og eingin serlig hjálp til slík, og tað er harmiligt.
Í gerandisdegnum stendur August sostatt andlit til andlits við sváru trupulleikarnar hjá einum gloymdum samfelagsbólki ofta uttan nakra umsorgan, og hann sigur, at tað kann vera hart og torført at arbeiða við hesum sjúklingum, sum mangan líða undir einsemi. Nakrir sjúklingar velja at gera sjálvmorð eftir drúgva viðgerð hjá sálarlæknanum, og tá deyðin vitjar, er tað tungt.
- Tá ein knappliga gerst akutt sjúkur, er vanliga stór umsorgan millum avvarðandi fyri viðkomandi. Men tá tað dregur út, og sjúklingurin ikki gerst frískur aftur, fánar umsorganin so líðandi, og einsemið byrjar at gera um seg, meðan vónin spakuliga fer. Mong sálarsjúk liva júst í hesum myrka einsemi uttan vón og umsorgan, sigur ein sorgblíður August Wang.

Einslig gøta
Samanumtikið hevur sálarlæknin í Kaldbak gjørt slóðbrótandi føroyskt granskingararbeiði á hesum og øðrum økjum. At granska so kensluborið evni í Føroyum hevur sambært Augusti verið torført, tí nærleikin, persónligu relatiónirnar og kenslurnar eru nógv sterkari í Føroyum samanborið við slíkt arbeiði í einum stórbýi.
Hinvegin hevur lítla nærsamfelagið sínar góðu síður, tí bæði í sjálvmorðs- og genetiskari gransking hava realistiskar upplýsingar um viðkomandi menniskju verið løtt at fáa fatur á.
Men sambært honum er tað mangan ein einslig gøta at ganga sum føroyskur granskari.
- Kollegarnir í Føroyum kunnu onkuntíð vera tveir, onkuntíð ein og onkuntíð eingin, meðan tað altíð eru fleiri, sum vilja taka nøkur tøk í størri londum sum Danmark, og avmarkaða talið av granskararum ger tað torførari í Føroyum, sigur August. Sum heild vil hann tó undirstrika, at hann í kensluborna granskingararbeiði sínum í Føroyum hevur møtt vælvild og samstarvsvilja frá myndugleikunum og teimum, hann hevur havt samband við í sínum kanningum.
- Eisini hóast tað hevur verið soltið við peningi, og í hesum lítla landi er sostatt á mangan hátt minni rásarúm at granska, endar ein av fáu føroysku granskarunum, sum starvast í Keypmannahavn.
Hesin boðskapur er so farin víðari til landsins myndugleikar um betri granskingarumstøður í Føroyum, so vit ikki drepa teir fáu kapasitetar, vit hava í okkara landi. Tvørturímóti eiga vit at rudda slóð fyri teimum, sum kunnu lyfta okkara land á hægri tindar.