Oljuprísurin er í løtuni tann lægsti, hann hevur verið í eitt ár.
Seinastu vikurnar er oljuprísurin lækkaður við 30 prosentum, og fríggjadagin kostaði eitt fat 59 dollarar.
Orsøkin til lækkingina er, at lyklatøl fyri heimsbúskapin hava verið víkjandi, og tá minni ferð er á búskapinum, er minni brúk fyri olju.
– Oljumarknaðurin er broyttur seinastu tíðina. Vit eru farin frá, at stúrt var fyri, um nóg mikið av olju var at fáa til at ov mikið av olju er á marknaðinum, sigur Jens Nærvig Pedersen, leiðandi greinari í Danske Bank, við Ritzau.
– Tá ið útlitini fyri vøkstrini ikki eru so góð, sum tey hava verið, ávirkar tað oljuprísin, tí so eru samstundis útlit fyri, at vit fara at handla minni, koyra minni bil og ferðast minni, sigur hann.
Lækkingin í oljuprísinum seinastu tveir mánaðirnar skal eisini síggjast í tí samanhangi, at prísurin hækkaði fram til byrjanina av oktober mánaði, tí USA boðaði frá, at tað fór at seta tiltøk í verk ímóti Iran, sum er stórur oljuframleiðari. Hesi tiltøk vórðu ikki so víðfevnd, sum roknað var við, og tí er nóg mikið av olju á marknaðinum.