Tól hjá føroyingi á Mars í kvøld

Føroyski rúmdargranskarin David Arge Klevang Pedersen hevur givið eitt týdningarmikið íkast til serliga bilin, sum skal leita eftir lívi á Mars

Um alt gongur, sum tað skal, so lendir ein heilt serligur bilur á Mars í kvøld klokkan 20:55. Talan er um rúmdarbilin Perseverance, sum skal leita eftir lívi á reyðu gongustjørnuni. 

Hetta er ein risastór verkætlan, sum NASA hevur arbeitt við í fleiri ár. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so hevur ein føroyingur staðið á odda í menningini av tí nokk týdningarmesta tólinum á bilin.

Talan er um rúmdargranskaran David Arge Klevang Pedersen. Sum verkætlanarleiðari á DTU Space hevur hann saman við sínum danska toymi ment tað sokallaða PIXL-tólið. Tað er eitt kamera, sum skal prógva, at lív hevur verið har í fornari tíð. Tólið skal leita eftir tí, sum mann kallar fyri biosignaturar.

Rakettin við rovaranum varð send upp síðst í juli 2020, so nú hevur hon verið ávegis í skjótt sjey mánaðir. Men har er nógv, sum kann ganga galið, tá rovarin skal lenda á Mars í kvøld. Ella við øðrum orðum - har eru sera nógv ting, sum skulu ganga eftir ætlan, fyri at øll missiónin ikki fer fyri skeyti.

Tí verður sera spennandi at fylgja við í kvøld, og tað verður møguligt at stroyma lendingina beinleiðis á netinum.