Tóku Viðareiði fram um Hvalba

Tað er nú greitt, at samgongan ætlar at tunnil til Viðareiðis skal gerast áðrenn ein nýggjur tunnil til Hvalbiar verður gjørdur.

Í sambandi við arbeiðið at byggja veganetið út, hevur ein av stóru spurningunum verið í hvørjari raðfylgju teir næstu tunlarnir skulu gerast.

Suðuroyingar hava tvíhildið um, at Hvalbiartunnilin má verða tann næsti, tí hann er púra ótíðarhóskandi og er ein stórur meinbogi fyra tað umfatandi vinnulívið, sum er í Hvalba.

Hinvegin hava norðoyingar ført fram, at tunnilin til Viðareiðis eigur at verða tann næsti, tí har er so vandamikið at koyra.

Men nú er greitt, at samgongan hevur gjørt av at raðfesta tunnilin til Viðareiðis framum tunnilin til Hvalbiar.

Í játtanarkarminum, sum er lagdur fyri Løgtingið, sæst, at tríggjar milliónir skulu játtast til Viðareiðistunnilin næsta ár og síðani skulu tilsamans 135 milliónir játtast til hann hesi næstu árini til 2017, tá ið hann skal vera liðugur.

Og so verður farið undir Hvalbiartunnilin í 2018 og hann skal so vera liðugur í 2021 og í hesum tíðarskeiði skulu tilsamans 165 milliónir játtast til endamálið.

Í fjør bað Innlendismálaráðið annars Landsverk gera eina meting av, um tað ber til at tryggja Viðareiðisvegin á annan hátt enn við at gera tunnil.

Landsverk kom eftir, at tað ber væl til og harafturat verður tað 45 milliónir bíligari enn at gera tunnil

Samstundis verður ein tunnil 1,3 milliónir dýrari um árið at halda enn vegurin verður.

Ein annar fyrimunur er, at vegurin kann gerast í smáum, so at strekkini, har vandin fyri skriðulopi og skalvalopi eru størst, verða gjørd fyrst.

Landsverk sigur, at ein tunnil fer ikki at stytta farleiðina til Viðareiðis og tað ber væl til at tryggja vegin, so at hann lýkur øll krøvini til eina trygga, nútímans farleið.

Hann sigur, at tá ið tosað verður um at tryggja vegin, verður tosað um eina fullfíggjaða dagføring, so at vegurin verður líka breiður, sum tunnilin hevði verið og annars í allar mátar á sama stigi sum tunnilin.

Hann sigur eisini, at ymsir mátar eru at tryggja vegin upp á. Eitt er at breiðka hann og gera eina seks metra breiða trygdarveit framvið. Men tað er ikki nóg mikið, tí onkustaðni skulu brunnar gerast at taka ímóti, har vandi er fyri áarlopi og aðrastaðni verður neyðugt at seta trygdarhegn og múrar upp framvið vegnum at taka grót og omanlop.

Myndin er av innkoyringini til Hvalbiartunnilin.