Tóku tíðliga luftina úr spenninginum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Marjuna Danberg taka samanum trygga sigurin hjá Neistanum ímóti StÍF

Neistakvinnur vunnu ein tryggan 32-18 sigur á StÍF í dysti í bólki 1 í Faxe Kondi steypakappingini, sum var spældur inni á Skála í kvøld. Í steðginum var Neistin á odda 19-6. Eitt skiftið i seinna hálvleiki vóru neistakvinnur 18 mál frammanfyri.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Marjuna Danberg taka samanum trygga sigurin á StÍF.

 

Ætlanin hjá Neistanum at drepa dystin tíðliga eydnaðist til fulnar, og setningurin var stórt sæð greiddur í fyrra hálvleiki.

 

Nú ætla neistakvinnur at vinna bólkafinaluna ímóti VÍF á heimavølli komandi sunnudag fyri at halda góðu gongdini. Bæði liðini eru víðari, og StÍF er úti.