Eyðun Klakstein
Seinastu vikuna hava portørarnir á Klaksvíkar Sjúkrahús royndarkoyrt nýggja sjúkrabilin, sum er komin til Klaksvíkar.
Talan er um ein VW Transporter við dieselmotori, sum í gjár varð tikin í nýtslu.
? Hesin bilurin er nýggjur fyri okkum, og tað er ymiskt, sum er øðrvísi samanborið við gomlu bilarnar. Tí hava vit brúkt eina viku til at venja okkum við bilin, áðrenn vit tóku í brúk, sigur Jaspur Johannesen, sum er ein av portørunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Umframt nýggja sjúkrabilin eru tveir aðrir sjúkrabilar í Klaksvík, men hesir eru báðir gamlir og slitnir. Herfyri var nógv umtala av, at annar av hesum gomlu bilunum breyt ein aksil, meðan hann var í neyðsendarørindum.
Annar av gomlu sjúkrabilunum skal nú á verkstað, har stórar umvælingar skulu gerast á hann. Ætlanin er, at báðir teir gomlu sjúkrabilarnir skulu brúkast saman við tí nýggja bilinum.
? Vit hava brúk fyri trimum sjúkrabilum, tí vit eru so nógv av oynni við bilunum. Vit flyta millum annað fólk til Havnar og til flogvøllin, og í miðal eru vit tríggjar dagar um vikuna úr Klaksvík við sjúkrabili, sigur Jaspur Johannesen.
Nýggir sjúkrabilurin er fýrahjólstrektur, og tað halda portørarnir verður ein fyrimunur í vetur.acute;ttúruna og samstundis hava eina burðadygga ali- og fiskivinnu stýrda av fíggjarligum parametrum. Ein ódálkað náttúra er munagott og kanska besta søluargument vit hava.
Fiskivinnan saman við Vinnumálastýrinum eiga at seta á stovn eitt Gastronomiskt Institutt at nøra og menna føroyskar fiskaúrdráttir burturi sum heima. Vit hava góðar rávørur, og tað ber til at gera nógv meira burtur úr teimum. Hugaligt verður at síggja, hvussu LIDO SEAFOOD í Skálavík fer at klára seg. Eisini áhugaverdar eru ætlaninar hjá SANDOY SEAFOOD og LÝSIVIRKINUM í Lorvík um at gera meira burturúr slógvinum. Hesi virki nevna, at vit í dag bert gagnnýta umleið 33 % av okkara fiski !
Tað er tankavekjandi, at fiskivinnutjóðin og ferðamannalandið Føroyar ikki hevur eina einastu fiskamatstovu.
Eitt føroyskt skip var á royndarveiðu eftir villum laksi fyrr í ár. Eg var so heppin at fáa onkran av hesum laksum. Tað var nærmast ein opinbáring aftur at síggja ein villan laks við litspælinum í roðsluni, við fjaðrunum og stertinum óskalaðum, tí ljósareyða fiskinum og, mest av øllum, tann ótrúgligi vælsmakkurin av hesum villa laksinum, Kongur Fiskanna. Føroyskur fiskur hevur ein vælsmakk, sum tú sjáldan fær aðrastaðni. Hetta er tann upplivingin sum bæði ferðamaðurin og tann kræsni forbrúkarin á meginlandinum vil hava og fegin vil gjalda fyri. Nevnast kann, at hesin villi laksur varð seldur fyri uml., Kr 80,- per kg í meðal, meðan aldur laksur um somu tíð fór fyri einar Kr 28,-.
Marknaðurin fyri vistfrøðiligar ?grønar? vørur er í risastórum vøkstri og eru tað marknaðir, sum uttan at blunka gjalda sera góðar prísir fyri hesar vørur.
Tað eru stórir møgulleikar hjá føroyskari fiskivinnu við at nýta okkara náttúru og villini høv í marknðarføringini. Tess vegna er tað so týdningarmikið at bæði alivinnan, vinnur á landi og hvør einstakur av okkum ger sítt til at minka um dálking og at kenna ábyrgd fyri hesum vælsignaða landi.
Men tó freistast ein onkuntíð at hava syndigar tankar um hvussu okkara ungfólk skulu tíma at arbeiða við fiski og marknaðarføring av nýggjum framleiðslum, tá tey kunnu lata KAUPTHING arbeiða fyri seg og ómakaleyst gera tey til millióningar uppá eitt vikuskifti, eg meini tað !