Tóku ólógligar valplakatir niður

Tað er mark fyri, hvar valplakatir kunnu setast upp

Kommunuvalið nærkast og valplakatir eru at síggja víða hvar - eisini har tær ikki skulu vera.

 

Í gjár fekk løgreglan boð um, at valplakatir hingu uppi við Hvítanesvegin, har tað er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman.

 

Og tær vóru ólógligar av tveimum orsøkum. Fyri tað fyrsta er ikki loyvt at hongja valplakatur upp við landsveg, har tað er loyvi at koyra skjótari enn 60 kilometrar um tíman. Samstundis skulu valplakatir, sum hanga við Landsveg, ikki vera størri enn 0,8 fermetrar.

 

Og plakatirnar við Hvítanesvegin luku hvørgan av hesum báðum treytirnar.

 

Løgreglan sigur kortini, at tey gjørdu ikki tann stóra hávan burturúr. Eyðvitað var tað lætt at vita, hvør átti plakatirnar, og viðkomandi varð so bara biðin um at flyta tær.

 

Í slíkum førum skulu plakatirnar verða tiknar niður í seinasta lagi 12 tímar eftir at løgreglan hevur givið boð um tað.

 

Annars hevur løgreglan havt tað avbera friðarligt í nátt. Lítið og onki av fólki hevur verið í býnum, og tað hevur lætt munandi um arbeiðsbyrðuna hjá løgregluni.

 

Løgreglan sigur, at tað er ikki óvanligt, at tað er rættiliga deydligt í býnum hetta vikuskiftið í hvørjum mánað, sum er síðsta vikuskiftið, áðrenn fólk, sum arbeiða, fáa løn og skúlanæmingar, og lesandi, fáa studning.