Tóku Hans Andreas og Janus

Standmyndin av Áarstovubrøðrunum, Janusi og Hans Andriasi Djurhuus, varð stolin um vikuskiftið.

Talan er um lítlu standmyndina, sum miðskeiðis í farna mánaði var avdúkað í Áartúni í Havn, uttan fyri matstovuna Áarstovu.

Standmyndin var ikki at síggja á sínum rætta stað sunnudagin. Sum skilst vóru tað menn frá reinhaldinum hjá Tórshavnar Kommunu sum funnu standmyndina millum onkrar runnar í grannalagnum, og nú stendur hon aftur røttum stað – allarhelst fest eitt sindur betur, enn hon var frammanundan.