Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt, kring landið. Tey halda, at tað kanska hevur tað verið tað góða veðrið, sum hevur fingið fólk av húsum, men tað hevur verið serstakliga friðarligt, kortini, sigur løgreglan
Løgreglan leggur stóran dent á at fyribyrgja harðskapi og í tí sambandi gera tey nógv burtur úr at verða til staðar í býarlívinum, har fólk savnast.
Tað vóru tey eisini í alla nátt og tað hendi seg eisini nakrar ferðir, at løgreglufólk fingu lagt upp í millum, har fólk vóru komin til ilnar og fingu sostatt forða fyri, at skaði stóðst av.
Men løgrglufólk til gongu í miðbýnum í Havn fingu samstundis illgruna til ein bilførara, hann varð kannaður og nú er hann skuldsettur fyri at koyra við kenning.










