Í morgun tók løgreglan ein bilførara fyri at koyra við kenning.
Í fyrru atløgu ringdu fólk á løgreglustøðina at boða frá, at tey høvdu illgruna um, at ein bilførari koyrdi við kenning inni í Eysturoy
Koyringarlagið var so óstøðugt, at tey hildu at tað var frægast at siga løgregluni frá. Men løgreglan hevði einki fólk til taks har um vegir, so tey fingu ikki fatur á bilføraranum.
Men ein tíma seinni ringdu fólk úr Kvívík um at tey høvdu steðga einum bili omanfyri bygdina og at bilførarin var dýrandi fullur.
Tey søgdu at hann koyrdi so óstøðugt, at tey hildu, at tað var best at fáa hann at steðga, og tá ið tey sóu skilið, ringdu tey eftir løgregluni.
Tey tosaðu so bilføraran upp í lag til løgreglan var komin á staðið, og fekk tikið hann. Hetta vísti seg at vera sami bilur, tey høvdu sæð í Eysturoy og hann verður nú ákærdur fyri at koyra við kenning.










