Tóku bróstið hjá skeivari kvinnu

Fyri nøkrum mánaðum síðani tóku læknarnir á einum donskum sjúkrahúsi annað bróstið hjá einari kvinnu. Men tað vísti seg, at teir høvdu lagt skeiva kvinnu undir skurð, tí royndirnar vóru komnar í bland.

Tað skrivar BT í dag og vísir til eina frágreiðing hjá heilsustýrinum. Stýrið vil ikki siga, hvat sjúkrahús talan er um, ella hvør kvinnan er.

Á sjúkrahúsinum høvdu tey kannað tvær kvinnur fyri bróstkrabba. Tað vísti seg, at onnur hevði krabba í øðrum bróstinum. Hin var frísk. Men av misgáum fekk tann fríska kvinnan kanningarúrslitið hjá hinari, og læknarnir tóku annað bróstið hjá henni.

Berth Lilja hjá Dansk Selskab for Patientsikkerhed sigur við BT, at álvarssom mistøk sum hetta eru sjáldsom, men at tey henda av og á.

Í tíðarskeiðnum frá 1. juli til 30. september í ár fekk heilsustýrið 9.771 fráboðanir um mistøk. Tað er 15 prosent fleiri enn í fjør.