Hevði tað ikki verið fyri metsøluna av Christiano Ronaldo fyri 80 miljónir pund, so hevði Manchester United havt eitt risastórt undirskot fyri roknskaparárið 2009.
Kritiska støðan hevur kortini ikki forðað amerikonsku eigarunum at taka stórar upphæddir úr felagnum. Sambært væl kenda enska blaðnum, The Guardian, so tók Glazer-familjan, sum eigur Manchester United 20 miljónir pund úr felagnum í farna roknskaparári.
Fyri at koma stóru skuldini hjá Manchester United til lívs, hevur Glazer-familjan lagt ætlanir um at útvega heili 500 miljónir pund í skuldar-virðisbrøvum.
Hetta verður gjørt fyri at gera tað møguligt hjá íleggjarum at gera íløgur í felagið. Hetta fer samstundis at geva felagnum eina betru lánsrentu, enn tey 14 prosentini, sum felagið rindar nú. Peningurin, sum kemur inn verður brúktur til at endurfíggja skuldina hjá felagnum.
The Guardian skrivar, at Manchester United hevur eina skuld, sum liggur omanfyri 700 miljónir pund.










