Tóku 17 bilførarar í gjár

Teir eru allir skuldsettir fyri ymisk lógarbrot

Aftur í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar, og har var tað fyri ein stóran part Eysturoyggin, sum stóð fyri tørni. Løgreglan sigur, at einir 100 bilar vórðu steðgaðir, og úrslitið av tí var, at 15 bilførarar fingu bót.

Tað fingu teir fyri ymisk lógarbrot. Onkur tosaði í fartelefon, onkur sat ikki í trygdarbelti, onkur koyrdi ov skjótt, umframt onnur lógarbrot. Og so var onkur eisini tikin fyri at koyra á ólógligum prutli.

Í gjár gjørdi løgreglan eisini nógv burtur úr at steðga bilum fyri at kanna um bilførararnir vóru edrúir og úrslitið av tí var, at ein bilførari varð skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka og ein er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av øðrum evnum, antin heilivági ella rúsevnum.

Hámarkið fyri rúsdrekkakoyring er 0,2 promilla so er 0,2 promilla, ella meiri, í blóðinum,  verður bilførarin skuldsettur. Løgreglan sigur, at tað er øðrvísi er við rúsevnum, tí har verða bilførararnir skuldsettir, bara spor av rúsevnum eru í blóðinum yvirhøvur.

Hinvegin eru rúsevni nógv longur í blóðinum enn rúsdrekka er, so bilførari kann vera feldur fyri at koyra ávirkaður, hóast hann hevur roykt hassj fleiri dagar frammanundan, sigur løgreglan.