Í fjør vórðu 12 dopingroyndir tiknar av føroyskum ítróttarfólkum.
Tað staðfesti Petur Elias Petersen, ÍSF forseti á aðalfundinum í felagsskapinum i gjár.
Føroyska dopingeftirlitið hevur nógv ár á baki, og tað verða støðugt royndir av føroyskum ítróttafólkum.
Av royndunum, sum vórðu tiknar í fjør, vórðu seks tiknar av mannligum fótbóltsspælarum, og seks av kvinnuligum hondbóltsspælarum.
Helvtin av royndunum vóru tiknar undir venjing og hin helvtin varð tikin eftir dyst.
Allar royndirnar vóru negativar, t.v.s. at ongin farvegur av ólógligum stimbrandi evnum varð funnin.
Síðani ÍSF gjørdi avtalu við Anti Doping Danmark í 2003, eru nú yvir 200 royndir tiknar av føroyskum ítróttarfólkum og enn er ongin tikin fyri at hava tikið ólóglig stimbrandi evni.
Petur Elias Peterse sigur, at ætlanin er at halda fram við samstarvinum og framhaldandi verða eisini ófráboðaðar royndir tiknar.
Hvussu nógvar tær verða sigur hann ikki, tí tær eru allar ófráboðaðar, og tí verður talið og títtleikin ymiskur gjøgnum tíðirnar.
Av tí at talan er um eina skipan, har revsimøguleikar fyri brot reglugerðina ikki er annað enn at ítróttarfólk verða útihýst frá skipaðum ítrótti, hevur dopingeftirlitið bert gjørt royndir av ítróttafólkum í feløgum, sum eru skipað undir ÍSF.
Sostatt eru royndir ikki tiknar í heilsumiðstøðum, har nógv fólk venja dagliga.
Hetta seinasta árið hevur ÍSF kortini fingið tað fyrsta limafelagið, sum beinleiðis fæst við fitness og tað er Trúðhamar í Klaksvík.
- Av tí at felagið er limur í ÍSF, eru limirnir í felagnum undir dopingeftirlitið hjá Ítróttasambandi Føroya, og hetta fegnast vit um.
Petur Elias Petersen vildi kortini ynskt, at heilsumiðstøðir gjørdu avtalur við ÍSF, at dopingroyndir eisini kundu verði tiknar har.
Tað er ein dopings-eftirlitsnevnd, sum tekur sjálvir royndirnar, men í dopingnevndini hjá ÍSF, sum fellur dóm í dopingmálum, eru Jónfinn Thomsen, formaður, nevndarlimir eru Jóhanna Arge og Pál Weyhe og varalimur er Jógvan Ellefsen.