Tøkk til Olav Enomoto

Jóhan Heri Joensen

Olav Enomoto og allir tit sum stemmaðu fyri, takk skulu tit hava fyri, at tit høvdu polittiskan rygg til at taka eina støðu, sum forðaði fyri at Føroya land verður stýrt sum eitt Teokrati (prestastýri).
Tað er nú long tíð síðani, eg skrivaði eitt hvast lesaraskriv móti eini útsøgn sum kom frá einum landsstýrismanni um tey samkyndu. Har sagt varð, at Føroya fólk ikki skuldi fáa innivist í Himli tí vit góðtóku hesar syndarar. Hetta var vist eitt av fyrstu skrivum í hesum kjaki, sum við tíðini er farið fullkomuliga av sporinum.
Havi fylgt við orðaskiftinum um tey samkyndu og sæð, hvussu ábyrgdarleysir politiskir stemmufiskarar hava misnýtt tað heilagu skriftina sum amboð í teirra stemmufiskaríið.
Eg havi ikki viljað lagt uppí aftur kjakið, av teirri grund:
Hetta er eitt lítið mál, sum ávísir bólkar, á báðum síðum, hava blást upp til meira enn tað er. Men eg frøist yvir, at vit í Føroyum í dag eru so mikið at okkum komin, at vit geva øllum borgarum somu rættindir at liva í hesum landi.
Táið málið varð avgreitt í tinginum, varð tað onkur politikari sum segði, at kristnitrúgvin hevði tapt.
Nei. Jesus Kristus tapir ikki.
Tey sum taptu vóru: tey sum fundamentalt lesa heilagu skriftirnar komma fyri komma og brúka ymsu skriftstøðini sum eitt puslispæl, til egnan fyrimun.
Eisini kunnu vit lovprísa, at Teokratiðið, fekk skot fyri bógvin.
Har Teokrati ræður fyri borgum vita vit, hvussu statt er. Vit hoyra dagliga um rætttrúgvandi sum sproyngja seg í luftina í trúðarinnar navnið.
Tann gávan vit hava fingið frá Skaparanum, og sum skilir okkum frá djórunum annars á jarðarklótuni er heili okkara, og hann eigur at nýtast – og ikki koblast frá táið okkurt skriftstað kemur í vegin – ella tí vit politiskt skulu bjarga nøkrum stemmum. At noktað at nýta tað størstu gávuna sum Gud hevur givið okkum haldi eg er stórsta háðanin móti Skaparanum og skaparaverkinum sum heild.
Sum lærari verði eg dagliga eisini konfronteraður við hesa syndarligu støðu, tá ið tosað verður um, hvussu alt lív á jørðini er vorið til. Nevnir tú Darwin, so fært tú eisini innlit í, hvussu ungdómur okkara verður stýrdur (inndoktrineraður).
At hoyra hvussu meinaleys børn tvíhalda uppá eina skapanarsøgu, sum bert er nøkur túsund ára gomul, fær meg at øtast.
Eg takki mínum Gudi og Frelsara fyri tað bestu gávuna hann hevur givið mær og nýti hana eisini eftir førimuni og góðtaki eisini, at náttúran er so háttað, at peran er farin at kámast, nú aldurin vísir seg. Men hettar er eisini ein partur av skapanarsøguni og teimum fortreytum vit hava fingið í vøggugávu.