Tøkk til Magna Christiansen

Tíðindaskriv frá Felagnum MBD/DAMP
Bára F. Johansen, form.

Vit vilja við hesum takka Magna Christiansen og tónleikarum fyri dyggan stuðul við tí frálíku stuðulskonsertini, ið var í Høllini á Hálsi tann 13. juni. Eisini takka vit øllum áhoyrarum fyri peningaliga stuðulin.
Ætlanin við hesi innsavnan er at gera tað møguligt at seta á stovn eitt viðgerðarstað fyri børn, ung og vaksin við ósjónligum breki.
Endamálið er at sleppa undan áralangum oyðimarkagongdum og at seta DAMP og onnur ósjónlig brek á Føroyakortið.
Tað vit vilja er at miðsavna vitan - "Videnscenter"- og at víðariútbúgva fólk til at taka sær av okkara børnum, ungu og vaksnum, ið hava funktiónstrupuleikar. At veita ráð og vegleiðing til foreldur, lærarar, pædagogar og onnur, ið eru um hesi fólk.
Ynskiligt er eisini at staðið kann virka bæði sum ein dagstovnur og eitt stað, har vitan og royndir verða miðsavnaði.
Felagið ásannar at tilboðini til okkara børn, ungu og vaksnu enn ikki eru nøktandi. Vit vita, at tað kunnu vera uml. 2000 fólk í Føroyum, sum bera hetta brek, og enn eru bert eini 10-20 við diagnosu, so enn er langt á mál.
Fyri at hetta kann gerast veruleiki, tørvar okkum tykkara stuðul. Til ber hjá einstaklingum og fyritøkum at lata stuðul til bundna konto hjá felagnum MBD/DAMP í Føroya Sparikassa konto nr. 9181-7240076.
Vinarliga og enn einaferð hjartans tøkk.