Somuleiðis, sum vegastrekkið eisini er vorðið asfalterað.
Hetta vegastrekið hevur ikki verið heilt vandaleyst hjá fólki til gongu og teimum, sum hava nýtt tað til renning.
Tí sum øllum kunnugt, er vaksandi virksemi í Norðhavnini, og hevur hetta havt økta ferðslu við sær. Í myrkri hevur ferðslutrygdin hjá fótgangarum og øðrum verið sera vánalig, men nú er tíbetur bøtt um hetta við ljósum, sum ætlanin er at tendra longu í komandi viku, og tað er at gleðast um. Best hevði verið, um gongubreyt eisini bleiv gjørd beinanvegin, men hon kemur seinni.
Annika Olsen landsstýriskvinna í innlendismálum, hevur stóra tøkk uppibornað fyri at hava raðfest ferðslutrygdina. Somuleiðis ein tøkk til Landsverk fyri gott samstarv, og her verður serliga hugsað um ljósini, sum nú eru sett upp við Ánavegin.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Býráðslimur í Klaksvík