?Vit hava fyribils trý mál at takka tykkum fyri.?Fyrst at tit varðveittu gamla skúlan, so hann einaferð kann gerast eitt hús, sum goymir fornar lurtir. Tað er gleðiligt at hava eitt so vakurt hús mitt í gamla býlinginum »Garðsenni«. Har fólkafundur er á bygdastevnum og so jólatræið í myrku árstíðini. Byggifelagið, Roest, er komið sera væl frá uppgávuni.?Fara vit so vestur á Heyggj, í nýggja býlingin »Oman Liða« ella kanska rættari »Helluskøvur«, nei, eg veit ikki, hvat navn tit seta á, so hava tit gjørt eitt veldugt spælipláss, við góðum leikum, við grillplássi og borðum, har ein kann hvíla beinini og fáa sær ein sjálvgjørdan bita.?Mær er sagt, at ætlanin er at gera eitt væl útgjørt húsvognapláss við brúsum, wc, og el, við hetta sama økið. Óført, at hetta skal koma í Hvalba.?Og ikki er liðugt enn. Ung í arbeiði eru við at gera eina gøtu runt Heyggsvatn. Byrjað varð í fjør, og eru tey komin sera langt í ár. Kanska verða tey liðug næsta ár ella 2012.?Tá vit nú síggja, hvussu vakurt alt hetta er vorðið, er ynskiligt, at tit ikki steðga her, men gera gøtu inn við Kjógvavatni og niðan á vegin, sum gongur undir trøðini hjá Danjal í Nesi. Ja, kanska eisini fram við Dalsá og heilt inn til Fossin.?Eg haldi, eg tori at siga fyri flestu bygdafólk okkara, at tit eiga stóra tøkk uppiborna.?Haldi bara á fram á hesi leið.









