Tá ein finnist at, og okkurt verður broytt, skal ein ikki gloyma at frambera eina tøkk.
Fyrst ein tøkk til Strandferðsluna fyri broytingina í ferðaætlanini tórsdag, har fráferðin úr Havn er broytt til kl. 14.
Nú er bert at vóna, at løgtingið hækkar játtanina til Smyril, so vit fáa 2 túrar dagliga alt árið frá 1. januar 2000.
Hin tøkkin fer til Magna Arge fyri broyting í tyrluflúgvingini.
Broytingin er størsta frambrot fyri suðringar, síðan Smyril varð keyptur í 1975.
Broytingin er soleiðis, at nú kunnu suðringar ónsdag og fríggjadag koma beinleiðis av flogvøllinum til Suðuroyar.
Flogfar lendir í Vágunum hesar báðar dagar kl. 10.50 og tyrlan fer til Suðuroyar kl. 11.10.
Takk fyri - næsta stigið má vera, at man kann fáa somu tænastu úr Suðuroy til Vágar í sambandi við fráferðir.
Páll Vang, býráðsformaður










