Tøkk til allar mammur ið valdu og velja lívið

   

Tað er við sorg í hjarta, at eg taki pennin í hond, men hvussu leingi skal eg tiga? Eg, sum fekk loyvi til at liva? Er tað ikki heilaga skylda mín at vera talsmaður teirra, sum ikki sjálv kunnu mæla orð av munni?
Eftir at landsstýrismaðurin Bill Justinussen sendi læknunum eitt skriv og minti teir á fosturtøkulógina, er tað ein útvarpsmaður, sum heldur enn sakliga at lýsa málið sigur frá síni lítilvitan og harvið eisini frá sínum dugnaloysi til at lýsa hetta málið. bert eitt dømi, sum eftir hondini er gamalt og slitið, javnstøðunevndin og javnstøðunevndarformaðurin, og haðani kom sama óseriøsa tvætlið, sum er komið haðani fyrr: konan skal ráða yvir egnum kroppi.
Harra útvarpsmaður og javnstøðuformaður, hvat hevur tað við fosturtøkumálið at gera? Í fosturtøkumálinum er ikki talan um kvinnukroppar, men um gitnar menniskjur av báð-um kynum, sum vegna menniskjans ráu náttúru ikki fáa loyvi til at síggja dagsins ljós. Tað fingu tit bæði saman við mær, vegna tað at tað vóru tríggjar mammur, sums øgdu ja til okkum. Tit áttu at skammast um tað, tit higartil hava borið fram.
Til útvarpsmannin havi eg hesi ráð: Set teg inn í evnið, so tú gerst førur fyri at lýsa tað sakliga. Tú umboðar ein almennan miðil, sum eisini eg eri noyddur at gjalda til, og tí meti eg, at eg skal, so vítt tað er gjørligt, fáa rættar eftirfarandi upplýsingar. At fáa hendur á hesum upplýsingum er ikki torført. Tú kundi spurt onkran av teimum 300.000 læknunum, sum taka undir við Lejeune-yvirlýsingini, orðað av franska arvagranskaranum Jerome Lejeune (1926-94). Yvirlýsingin fæst í føroyskum líki frá Føroya Pro Vita.
Tá ið tú nú ert farin undir fosturtøkuspurningin, so ert tú samstundis inni í týdningarmesta spurningi yvirhøvur ? tað veri seg átrúnarliga eins væl og politiskt (samfelagsliga), tí í tí gitna menniskjanum liggur øll framtíð okkara, ja, øll framtíð yvirhøvur, og sum vit fara við hesum okkara allarveikastu, soleiðis fara vit við framtíðini, soleiðis fara vit við okkum sjálvum.
Fosturtøkuspurningurin er ikki bert ein spurningur um tær fosturtøkur, sum tú finnur í yvirlitinum frá landslæknanum, og tað nógva tosið um tey, sum hava pengar og tí kunnu leita sær til útlond at fremja hesa skemdargerð. Nei, nakað, sum er uppaftur álvarsamari, er tann drepandi bollasølan frá okkara fasadufínu apotekum, halt bert fram og kanna málið, her er ein rúgva at fara eftir.
Eisini kundi tú farið ein túr inn á bóka- og videosavnið hjá Føroya Pro Vita. Hetta finnur tú undir innanoyggja hvønn fríggjadag í Dimmu.